 | | | Netbankin nýtt snið og heiti | Netbankin hevur skift ham og navn. Hann hevur fleiri tænastumøguleikar og er lættari hjá viðskiftafólkum okkara at arbeiða við. Nú fer Netbankin snøggliga at eita Netbankin, og spar2 fer í søguna.
Nýggi netbankin er snotiligari og hevur fleiri nýggjar funkur. Tú kanst til dømis melda til "Netbanki sum app" og "Netbanki til fartelefon". Við boðtænastuni kanst tú fáa sms-boð ella teldupost um fíggjarstøðuna. |
|
|
 | | | Netbankin sum app | Hósdagin 2. februar verður netbankin tøkur sum applikasjón og fer at virka á smartphone telefonum t.e. iPhone ella Android – kann eisini brúkast á iPad og iPod touch.
Í sambandi við nýggju tænastuna skiftir netbankin snið og heiti.
Netbankin fer snøggliga at eita Netbankin, og spar2 fer í søguna. |
|
|
 | | | Peningastovnarnir klárir at móttaka eftirlønarinngjøld | Eftirlønarinngjøld frá arbeiðsgevarum
Frá 23. januar 2012 er møguligt hjá arbeiðsgevarum at rinda eftirlønarinngjøld umvegis lønarútgjaldsskipanina, soleiðis at hesi vera skattað í samsvar við rentutryggingarlógina.
Eftirlønir frá arbeiðsgevarum kunnu hereftir bert rindast umvegis Lønarportalin, ella við at upplýsa eftirlønargjaldið á einum lønarlista, ið verður latin einum peningastovni. |
|
|
 | | | Nýggjar kontur til skattaðar eftirlønir | Nýggja lógin um skatting av eftirlønarinngjøldum kom í gildi 1. januar 2012. Hetta merkir, at frameftir verður skilt í millum skattaðar og óskattaðar eftirlønaruppsparingar, tvs. eftirlønarinngjøld fyri og eftir 1. januar 2012.
Tí skulu nýggjar kontur stovnast til allar uppspararar til inngjøld eftir 1. januar 2012. |
|
|
 | | | Øll Visa/Dankort verða skift út í 2012 | Øll Visa/Dankort ganga út í 2012. Á korti tínum sært tú, nær kort títt gongur út (mánaði og ár, t.d. 04/12 tvs. 30.04.2012)
Stutta tíð áðrenn kortið gongur út, fært tú eitt bræv við nýggjum korti, ið hevur gildi í 4 ár. Pinkotan á nýggja korti tínum verður tann sama.
Onki gjald verður tikið fyri útskiftingina. |
|
|
|
|