Fingramerki til netbankan sum app

Nú ber til at rita inn á netbankan sum app við tínum fingramerki.

Tað kunnu øll, sum hava iPhone 5s ella nýggjari ella stýriskipanina Android við útgávu 6,0 ella nýggjari.


Soleiðis ritar tú inn á netbankan sum app við tínum fingramerki:

Rita inn við loynitalinum, sum vanligt.

-          Trýst á teir tríggjar prikkarnar ovast í høgra horni.

-          Vel uppsetan.

-          Set í verk “Innrita við tínum fingramerki”.


Nú kanst tú rita inn við at brúka fingramerkið, men tú kanst eisini rita inn við loynitalinum. 


Av trygdarávum verður neyðugt at gera innritan av fingramerki virkna av nýggjum, um loynitalið verður boytt. 


Sí vegleiðing við myndum á leinkjuni niðanfyri.

Vegleiðing við myndum.pdf