Freistir fyri flytingar

Hósdagur 9. mai er Kristi himmalferðardagur, og fríggjadagur 10. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum. Tí verða ongar flytingar gjørdar hesar báðar dagarnar.

Niðanfyri sært tú freistirnar, sum eru galdandi, um flytingar skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn Kristi himmalferðardag:

  • Lønarflytingar: Týsdagin 7. mai kl. 15.30
  • Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: Týsdagin 7. mai kl. 18.30*
  • Flyting sama dag til kontu í øðrum peningastovni: Mikudagin 8. mai kl. 11:45*
  • Uttanlandsflytingar í Netbankanum: Mikudagin 8. mai kl. 14.00

 *Til ber eisini at gera eina skundflyting, sum er á kontu hjá móttakara stutt eftir at flytingin er gjørd.