Gjaldkort: Møguligt verður nú at rinda kontaktleyst við størri upphæddum

Í dag kanst tú við korti tínum rinda 'kontaktleyst' við handilskassan við upphæddum upp til 200 kr.

Nú verða broytingar á økinum, har ið hetta nándgjaldið hækkar til 350 kr.  

Verksetingin fer soleiðis fram fyri ymsu kortsløgini:  

1. februar 2018  :     Dankort (eisini VisaDankort, um tú velur at rinda við Dankort-partinum)  

Apríl 2018           :     MasterCard, VisaDankort og onnur Visa kort

Gev gætur:  Handilin skal dagføra sínar terminalar, fyri at broytingarnar skulu fáa virknað. 


Vinarliga 

Norðoya Sparikassi