 Vinnudeildin tekur sær av øllum vinnuligum kundum Vit hava okkara egna hátt at gera tingini uppá. Vit leggja okkum eftir at hava tætt samband við kundan og helst møta honum á hansara heimavølli. Í sparikassanum eru vit von við at arbeiða í einum umhvørvi, har fólkið arbeiðir skjótt, og tað er stutt frá tanka til gerð. Avgerðirnar verða ikki tiknar langt burturi frá kundanum, og vit skilja serliga tørvin fyri einum skjótum svari innan eitt nú fiskivinnuna. Vit kenna umhvørvið, har kappingin er hørð, og tískil kunnu vit bjóða ein heildarpakka til ta ítøkiligu støðuna. Vit eru altíð til at tosa við. Títt hugskot er nóg mikið. Legg tað fram fyri okkum, so kunnu vit altíð tosa víðari og í felag finna tann rætta háttin at menna títt virksemi. |