Boðtænastan

Við boðtænastuni ber til at fylgja við, hvussu kontan broytist. T.d. ber til at fáa teldupost ella sms, tá ið lønin kemur inn, ella tá ið saldan fer niður um ávísa upphædd. Boðtænastan riggar á flestøllum fartelefonum.

Við Boðtænastuni ber m.a. til at fáa boð um:


Rita teg inn í netbankan á telduni og melda til boðtænastuna. Far undir "Uppseting" vel "Fartænastur" og trýst á "Fá sms ella teldupost sendandi".

Boðtænastan er ókeypis at stovna. Kostnaðurin fyri hvørt sms er kr. 0,50.