Evstumørk fyri flytingar innan ársskiftið 2017

Evstumørk fyri flytingar, sum skulu vera á kontu hjá móttakara í 2017

Flytingar til annan peningastovn:
• fyri "vanliga flyting" er evstamarkið 28. desember 2017 kl. 16.00 (tó í netbankanum kl. 18.30)
• fyri "flyting sama dag" er evstamarkið fríggjadagin 29. desember kl. 11.00 *
• fyri "skundflyting" er evstamarkið bundið av reglunum hjá móttakandi peningastovni.

Flytingar innanhýsis í Norðoya Sparikassa:
• Fríggjadagin 29. desember 2017 kl. 16.00 (tó í netbankanum kl. 18.30) .*

Lønarflytingar:

• Hósdagin 28. des. kl. 16.00.


* Til tess at kunna rætta møguligar feilbókingar, verður tó mælt til at avgreiða flytingar av sløgunum "flyting sama dag" og "skundflyting" í seinasta lagi 28. desember. Hetta, tí tað gevur Norðoya Sparikassa møguleika at viðgera møguligar feilir og at avgreiða rættaða flyting tann 29. des.

29. desember er seinasti avgreiðsludagur í 2017.