3D Secure - keyp trygt á netinum

Tá ið tú keypir við gjaldkorti á netinum, kanst tú verða biðin um at tøppa inn eitt 3D Secure loynital, ið er ein eyka trygd hjá tær, sum keypir á netinum. 3D Secure er eitt felags heiti fyri Verified by Visa, MasterCard SecureCode og Dankort Secured by Nets.

Ynskir tú, at tíni gjaldkort skulu verða fevnd av 3D Secure, skalt tú venda tær til okkara. Tað er nevniliga ikki møguligt hjá tær, sum føroyskum brúkara, at tekna teg til skipanina á netinum, uttan so, tú hevur eitt danskt CPR-nummar knýtt at tínum NemID.

Upplýs okkum fartelefonnummarið, ið skal knýtast at skipanini. 3D Secure verður virkið næsta yrkadag eftir, at tað er skrásett hjá okkum.

Fá meira at vita um 3D Secure við at trýsta á leinkið niðanfyri.

Verified by Visa, MasterCard SecureCode og Dankort Secured by Nets

Hevur tú trupulleikar í sambandi við 3D Secure, kanst tú seta teg í samband við kundatænastuna hjá Nets á telefon +45 44892750.