Kongalig vitjan í Norðoya Sparikassa

Tað var ælaveður í Klaksvík í dag, tá Fríðrikur, krúnprinsur, og Mary, krúnprinsessa, klokkan 10.30 fyrrapartin løgdu leiðina inn í Norðoya Sparikassa. Tá Mary var komin inn um høvuðsdyrnar, helt hon fyri, hvussu gott tað var at koma inn í hitan í hesum fjálga bygningi. Tá høvdu tey verið á rundferð í miðbýnum í Klaksvík í hálvanannan tíma. Mary segði seg longu hava funnið út av, at veðrið í Føroyum var rættiliga umskiftandi.

Í fylginum í sambandi við vitjanina í Norðoya Sparikassa vóru Fríðrikur krúnprinsur, Mary krúnprinsessa, og synirnir Christian prinsur og Vincent prinsur, umframt Aksel Johannesen, løgmaður, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, við konum.

At Norðoya Sparikassi fekk vitjan av teimum kongaligu á hesi ferðini í Føroyum kemst ivaleyst av, at Norðoya Sparikassi komandi ár verður 100 ár, og at gamli sermerkti grótbygningurin frá 1928 er verdur eina vitjan. Tað er høgur aldur og bara Føroya Amts Sparikassi og Føroya Banki vóru til í Føroyum, tá menn í Norðoyggjum í 1919 stovnaðu peningastovnin. Í dag er Norðoya Sparikassi einasti peningastovnur í Føroyum, sum ongantíð er endurstovnaður og sum framvegis koyrir eftir sama leisti, sum tá hann varð stovnaður.

Marner Mortensen bjóðaði vælkomin

Nógv fólk fylgdu teimum kongaligu í Klaksvík í morgun, og fjøld av fólki stóð uttan fyri sparikassan, tá Marner Mortensen, stjóri, stóð uttanfyri og tók ímóti. Tann fólksligi og nærverandi Fríðrikur krúnprinsur heilsaði til høgru og vinstru, tá hann var komin inn, og starvsfólkini fingu ivaleyst ein feril av nøgdsemi, at tey ikki til fánýtis høvdu latið seg hampiliga í til høvið. "Nej, hvor er i alle fine," lat í krúnprinsinum, sum síðani toygdi seg yvir diskin fyri betur at síggja ein av vøkru málningunum hjá Ingálvi av Reyni.

John P. Danielsen greiddi frá søguni

Hátíðarløtan í Norðoya Sparikassa var í ovaru hæddini í nýggja partinum, ið er samanbygdur

við gamla grótbygningin. Tað var fallið John P. Danielsen nevndarformanni í lut at fortelja krúnprinsinum og krúnprinsessuni um søgu, virksemi og framtíðarætlanir hjá Norðoya Sparikassa.

John P. Danielsen greiddi fyrst frá verandi virksemi og fíggjarligu viðurskiftunum. Høvuðssætið hjá sparikassanum er í Klaksvík, ein deild er í Havn, og ein deild er í Fuglafirði. Umleið 50 fólk starvast í sparikassanum, og nógv tey flestu arbeiða í høvuðssætinum í Klaksvík. Útlánini eru 1,9 mia. kr., tveir triðingar av hesum eru privatlán, og ein triðingur er til vinnulív. Innlánini eru 2,3 mia. kr., og eginpeningurin er 228 mió. kr.

John P. Danielsen nevndi, at av teimum fýra peningastovnunum í Føroyum hevur Norðoya Sparikassi umleið 13 prosent av marknaðinum. Í Norðoyggjum verður tó mett, at sparikassin hevur áleið helvtina av marknaðinum.

Sparikassin verður stovnaður

Sparikassin varð sum nevnt stovnaður í 1919 sum ein ábyrgdarasparikassi. John P. Danielsen segði, at stóri búskaparligi vøksturin beint eftir fyrra heimsbardaga skapti ein støðugan tørv á peningastovnum. Hetta var galdandi bæði í Danmark og í Føroyum.

Sparikassi og banki vóru í Tórshavn um hetta mundið, men einki regluligt vega- ella skipasamband var millum Klaksvík og Havnina. Umstøðurnar at flyta pengar vóru tí truplar. Hetta sóu framskygdir menn í Klaksvík og Norðoyggjum, og veittu tí í 1919 tann neyðuga ábyrgdarkapitalin, sum skuldi til, fyri at ein lokalur sparikassi kundi byrja sítt virksemi í Klaksvík.

Nevndarformaðurin nam síðani við tær broytingar, ið komu, tá sparikassalógin í 1994 varð sett úr gildi, og tá sama lógargrundarlag kom fyri bankar og sparikassar. Í dag eru áleið 20 ábyrgdarsparikassar eftir í Danmark, men í Føroyum er bara Norðoya Sparikassi eftir av teimum upprunaligu trimum ábyrgdarsparikassunum.

Sparikassin og samfelagið

John P. Danielsen nevndi, at munurin millum ábyrgdarasparikassar og partafelagsskipaðar peningastovnar stórt sæð bara er í ognarviðurskiftunum, og hvussu vinningur verður útlutaður. Endamálið hjá partafeløgum er í høvuðsheitum at vinna pening til partaeigararnar. Ábyrgdaraskipanin er bygd á sjálvsognarhugtakið, har tann parturin av vinninginum, ið ikki skal brúkast til støðufesting og vøkstur, kann útlutast til almenngagnlig ella vælgerandi endamál. "Vit kunnu eisini siga, at tað er lokalsamfelagið, har virksemið hjá sparikassanum er staðsett, sum eigur sparikassan og sostatt kann fáa ágóða av útlutingini til almenngagnlig endamál," segði John P. Danielsen og legði afturat, at Norðoya Sparikassi hevur stovnað ein gávugrunn, ið fær tillutað ein part av árliga rakstraryvirskotinum.

Sparikassin hevur gjøgnum gávugrunnin veitt stuðul til nógv almenngagnlig endamál. Harumframt hevur sparikassin óbeinleiðis veitt týðandi upphæddir í sponsoravtalum við fleiri ítróttarfeløg í Klaksvík, umframt onnur ítróttarfeløg í Føroyum.

Í hesum viðfangi hevði Norðoya Sparikassi valt at bjóða umboðum fyri fleiri ítróttarfeløg til hátíðarløtuna saman við teimum kongligu í dag. Fyrstur inn var Páll Klettskarð og honum á baki kom Malena Josephsen, bæði leikandi KÍ-arar. Síðani komu umboð fyri Stjørnuna og Team Klaksvík, rennifelagið Treysti, svimjifelagið Ægir, Klaksvíkar Fimleikarafelag og seinast Klaksvíkar Róðrarfelag.

John P. Danielsen legði dent á týdningin, sum ítrótturin hevði fyri ungdómin og samleikan í Klaksvík. Hann nevndi metið hjá KÍ-kvinnunum, sum kom í Guinness metbókina, og ikki minst nevndi hann, at Klaksvík hevði fostrað Jákup Mikkelsen, sum í 2000 vann danska meistaraheitið við Herfølge og Toda Jónsson, sum tríggjar ferðir vann danska meistaraheitið við FCK.

Tá fetti Fríðrikur krúnprinsur sær á við stórum smíli, tí sum íðin ítróttarmaður sæst hann mangan sita á áskoðaraplássunum í Parkini, tá FCK spælir.

Vitjanin av ítróttarungdóminum fall í góða jørð hjá teimum kongaligu. Bæði Mary, krúnprinsessa, og Fríðrikur, krúnprinsur, settu fleiri spurningar og fóru til hvønn einstakan av ítróttarfólkunum at tosa við tey.

Nú var lættur matur á skránni, væl borðreiddur á víkingaskipaborði, sum snikkarar í Klaksvík hava evnað til. Har var bara føroyskur matur á skránni, munnbitar mest, og úr rúgvuni kunnu vit nevna múlaskinku og múlaost, jomfrúhummara og rabarbusaft av Húsum.

Um eitt ár verður Norðoya Sparikassi 100 ár. Skjøtil á 100 ára haldið varð sett við kongaligu vitjanini í dag, og komandi árið vera ymisk tiltøk, har sparikassin fer at nýta høvið at seta sjóneykuna á virksemi stovnsins.

Sí myndir frá kongligu vitjanini her