Kontaktleys gjalding

Við kontaktleysari gjalding kanst tú skjótt og lætt gjalda upphæddir undir kr. 200. Til ber at gjalda, uttan at kortið nertir við kortterminalin, og tær tørvar hvørki PIN-kotu ella undirskrift. Tú skalt bara halda kortið ímóti kortterminalinum. Tá ið kortterminalurin vísir OK, er í lagi, og tú fært eina kvittan.

Kontaktleys kort kunnu brúkast í handlum, sum hava kortterminalar til hetta.

Í mesta lagi 200 kr.
Kontaktleys gjalding kann brúkast til at gjalda upphæddir upp til kr. 200. Skalt tú gjalda upphæddir yvir kr. 200, mást tú brúka PIN-kotu.

Sama hvussu nógvan pening talan er um, ger tú sjálv/ur av, um tú vilt brúka kontaktleysa gjalding, ella um tú rindar við flís/undirskrift sum vanligt.