Lesandi

At fara undir lesnað
Ert tú ímillum 18-26 ár, skalt tú taka nakrar av teimum størstu avgerðunum í lívinum. Ein teirra er at velja útbúgving, sum eisini er ein sera spennandi avgerð. Ongantíð hava møguleikarnir verið so nógvir og umstøðurnar so góðar hjá teimum lesandi. Í Føroyum eru møguleikarnir eisini blivnir fleiri við nýggjum útbúgvingum og fjarlestri.

Uttanlands
Nógv ung velja at fara undir lesnað uttanlands, fjakka ella eina samanseting av báðum. Í hesum sambandi eru ymisk viðurskifti, sum hugsast má um – ikki minst tað fíggjarliga. Her eru kundaráðgevar sparikassans hollir í ráðum. Tú kanst ringja ella senda eitt teldubræv til tín kundaráðgeva og fáa ráðgeving.

Tøknin ber við sær, at tú lættliga kanst halda skil á tí fíggjarliga, sama nær og hvar tú ert staddur. Netbankin og gjaldkort geva tær atgongd til sparikassan alt samdøgrið.

Hent at hava í lagi, tá ið farið verður undir lesnað:

  • Gjaldkort
  • Netbanka
  • NemKontu
  • Fáa fíggjarligt yvirlit

Hent leinki:

MFS

Setur

Studni

SU

Optagelse

Ug

Ungdomsboliger

Boligportal

Borger