MasterCard Kredit

Við MasterCard Kredit frá Norðoya Sparikassa fært tú eitt kort við fleiri fyrimunum:

  • Lætt og skjótt at gjalda

  • Rentuleysan kreditt

  • Tryggingar

  • Avsláttarmøguleikar

Standard, Gull og Platin
Tað eru tríggjar útgávur av MasterCard Kredit: MasterCard Standard, MasterCard Gull og MasterCard Platin.

MasterCard Standard
Fyri MasterCard Standard er mánaðarliga nýtsluhámarkið íroknað kontantútgjaldingar kr. 30.000.

Tú kanst taka út upp til kr. 3.000 um samdøgrið í sjálvtøkum, tó í mesta lagi kr. 15.000 um mánaðin.

Tryggingar
Tríggjar ferðatryggingar eru knýttar at MasterCard Standard:

  • Avlýsing
  • Flogfar er seinkað
  • Viðføri er seinkað
Skulu tryggingarnar vera virknar, má ferðin vera keypt við MasterCard Standard.


Tryggingartreytir fyri MasterCard Standard

MasterCard Standard við ongum tryggingum
MasterCard Standard fæst eisini við ongum tryggingum.

Les meira um MasterCard Standard her.

MasterCard Gull
Fyri MasterCard Gull er mánaðarliga nýtsluhámarkið íroknað kontantútgjaldingar kr. 50.000.

Tú kanst taka út upp til kr. 6.000 um samdøgrið í sjálvtøkum, tó í mesta lagi kr. 30.000 um mánaðin.

Tryggingar
Við MasterCard Gull fært tú fleiri tryggingar til alla familjuna. Tryggingarnar fevna um hjúnafelaga/maka og børn undir 21 ár.

Tryggingartreytir fyri MasterCard Gull

Les meira um MasterCard Gull her.

MasterCard Platin
Fyri MasterCard Platin er mánaðarliga nýtsluhámarkið íroknað kontantútgjaldingar kr. 100.000 ella kr. 250.000. Tú kanst taka út upp til kr. 10.000 um samdøgrið í sjálvtøkum, tó í mesta lagi kr. 50.000 um mánaðin.

Tryggingar
Fleiri ymiskar tryggingar eru knýttar at MasterCard Platin. Tryggingarnar fevna um hjúnafelaga/maka og børn undir 21 ár.

Tryggingartreytir fyri MasterCard Platin

Priority Pass – atgongd til loungir kring allan heimin
Við Priority Pass hevur tú sum ferðandi atgongd til meir enn 600 loungir kring allan heimin. Í Danmark fært tú atgongd til loungirnar á flogvøllunum í Billund og Keypmannahavn.

Priority Pass fæst bert saman við MasterCard Platin. Tosa við okkum, vilt tú vita meir um Priority Pass, ella trýst her.

Les meira um MasterCard Platin her.

Familjukort
MasterCard familjukortið til hjúnafelaga/maka og heimabúgvandi børn yvir 18 ár, kann knýtast at vanligum MasterCard. Ongar sjálvstøðugar tryggingar ella eykatænastur eru knýttar at familjukortinum.

Familjukortið kann bert bíleggjast, um eitt privatkort/høvuðskort longu er bílagt til somu kontu.

MasterCard konta
Fyri hvørt MasterCard verður ein MasterCard-konta stovnað.

Hvat kann kortið nýtast til?
Tað er skilagott at hava eitt MasterCard, tá ið tú skalt út at ferðast.

Nógvirr tryggingar og avsláttarmøguleikar eru knýttir at MasterCard. T.d. eru hesar tryggingar knýttar at kortunum: flogfar/viðføri er seinkað , uttanlandsferð verður avlýst, ferðavanlukka, boðsendur at koma heim o.s.fr.

Fyritøkan kann brúka MasterCard Business til fleiri ymiskar gjaldshættir. T.d. at keypa amboð, flogferðaseðlar, gisting, hýruvognskoyring o.s.fr.

Hvar kann kortið brúkast?
Við MasterCard kanst tú gjalda í 29 mió. ymiskum støðum kring allan heimin. Tað kann vera í handlum, matstovum o.ø. Í Føroyum ber til at gjalda fyri vørur og tænastur hjá gjaldsmóttakarum, ið taka ímóti MasterCard.

Skalt tú uttanlands, er skilagott at taka tvey ymisk gjaldkort við tær, og eitt MasterCard er eitt skilagott ískoyti, um tú t.d. longu hevur Visa/Dankort. Harumframt kanst tú gjalda við MasterCard á alnetinum.

Kredittur
Við MasterCard hevur tú kreditt til tær gjaldingar, ið tú gert við kortinum. Nýtslan verður gjørd upp 20. í hvørjum mánaði og goldin beint eftir hvørt mánaðarskifti. Hetta merkir, at tú í 42 dagar hevur rentuleysan kreditt at nýta.

Hvussu fái eg MasterCard?
Um tú vilt fáa MasterCard, ert tú vælkomin inn í eina av deildum okkara at fylla út eina umsókn og geva okkum hana.

Hvørjar treytir eru fyri at fáa MasterCard
Skal tú hava MasterCard, er neyðugt at lúka galdandi treytir. Tú skalt vera fylt/ur 18 ár og vera góðkend/ur í kredittmeting.

MasterCard rentustig:

MasterCard Standard 12,25 %                            
MasterCard Gull 10,25 %
MasterCard Platin   9,25 %


Kostnaðir fyri MasterCard síggjast her.

Kort burturmist
Missir tú kortið burtur, skalt tú beinanvegin siga sparikassanum frá. Missir tú kortið burtur, tá ið sparikassin er stongdur, skalt tú seta teg í samband við Nets kundatænastuna á tel. +45 44 89 27 50, ið svarar alt samdøgrið.

Kontaktleys gjalding
Við kontaktleysari gjalding kanst tú skjótt og lætt gjalda upphæddir undir kr. 200. Til ber at gjalda við MasterCard, uttan at kortið nertir við kortterminalin, og tær tørvar hvørki PIN-kotu ella undirskrift. MasterCard verður dagført við einum sendara í flísini, so tú skalt bara halda kortið ímóti kortterminalinum. Tá ið kortterminalurin vísir OK, er í lagi, og tú fært eina kvittan.

Kortterminalar merktir við hesum frámerki kunnu nýtast til kontaktleysa gjalding:

Í mesta lagi kr. 200
Kontaktleys gjalding kann brúkast til at gjalda upphæddir upp til kr. 200. Skalt tú gjalda upphæddir yvir kr. 200, mást tú brúka PIN-kotu.

Sama hvussu nógvan pening talan er um, ger tú sjálv/ur av, um tú vilt brúka kontaktleysa gjalding, ella um tú rindar við flís/undirskrift sum vanligt.

Dagførdar kortásetingar
Ásetingarnar fyri MasterCard verða dagførdar samsvarandi nýggju møguleikunum og eru galdandi frá 1. september 2014.

Sí ásetingarnar niðast á síðuni.

MasterCard, sum verða bíløgd/endurbíløgd eftir 1. september 2014, hava nýggju tøknina. Tey, sum hava gomul kort, fáa kort við nýggju tøknini, tá ið gamla kortið gongur út.

Trygd
Er kortið burturmist og verður misbrúkt av onkrum í kortterminali, sum hevur kontaktleysa gjalding – upphæddir undir kr. 200 – heftir tú ikki fyri upphæddina. Í hesum føri rindar tú heldur ikki sjálvsábyrgd.

MasterCard Business - kortið til fyritøkuna
MasterCard Business er eisini í trimum útgávum: MasterCard Standard Business, MasterCard Gull Business og MasterCard Platin Business.

MasterCard Business kann útflýggjast fyritøkum ella sjálvstøðugum vinnurekandi. Kortið kann útflýggjast øllum starvsfólkum, ið tørvar tað.

Við MasterCard Business sleppur fyritøkan undan at stríðast við kvittanir, avrokningar o.s.fr., sum skulu gerast upp hvønn mánað.

Les meira um MasterCard Business her.


Ásetingar MasterCard Kreditt galdandi frá 1. feb. 2017.pdf