Myndakort

Í Norðoya Sparikassa ber til at mynda títt egna gjaldkort. Tú kanst sjálv/ur gera av, hvussu Dankortið, Visa/Dankortið ella MasterCard Debit-kortið skal síggja út.

Her á heimasíðuni kanst tú royna teg sum sniðgeva. Vel eina mynd úr savninum í bíleggingarskipanini ella les inn tína heilt persónligu mynd.

Bíða nú…hvørja mynd skal eg velja mær? Eina mynd av ommu, av vakrastu bygdini, av flottasta próvnum, av tí einastu einu, av mínum dreymahúsi mínum, av nýsprettu baldursbráini, av skýleysa himmalhválvinum, av bergstoltu fjøllunum, av teimum fýra árstíðunum ella av nótastativinum? …. Nú veit eg! Myndin frá Summarfestivalinum, nei, summarferiuni. Ja, har var tað! Hon er tann akkurát rætta myndin til mítt persónliga kort. Tað er akkurát eg! Og so hevur eingin líka kort sum eg!

Minst bert til, at óhóskandi myndir og myndir við lýsingum verða avvístar.

Bílegg myndakort her.