NemKonta

Skalt tú uttanlands at lesa, kanst tú hava eina NemKontu í Norðoya Sparikassa.

Øll, sum fáa pening frá danska statinum, skulu hava eina NemKontu. NemKonta er vanlig konta, sum verður brúkt til øll útgjøld frá almennum stovnum í Danmark, t.d. SU, avlopsskatt og barnapening.

Tú kanst bara hava eina NemKontu, og tú kanst gera tína vanligu lønarkontu í Norðoya Sparikassa til tína NemKontu.

Tað einasta, tú skalt gera, er at upplýsa okkum títt danska persónsnr. (cpr. nr.), so gera vit vanligu kontu tína í Norðoya Sparikassa til eina NemKontu.