Vælkomin til nýggja Netbankan sum app

Vælkomin til nýggju og dagførdu útgávuna av Netbankanum. Vit hava gjørt hann meira hugskygdan, soleiðis at tú hevur tær funkur, sum tú brúkar mest, beint við hondina og lættliga fært yvirlit, eitt nú yvir tínar kontur. 

Nýggi Netbankin sum app er uppbygdur við nýggjari valmynd, sum hevur eina røð av ímyndum – sokallað univers – sum hvør sær rúma tær upplýsingar, sum tú vanliga finnur í valmyndini.

Í valmyndini eru hesi univers: Yvirlit, Gjaldingar, Íløgur og Samband.

Yvirlit gevur tær eina samlaða mynd av tínum kontum. Tú gert av, hvussu tínar kontur skulu síggjast í yvirlitinum. Um tær skulu vísa tær seinastu bókingarnar ella ikki. Samstundis er Yvirlitið ein skjót leið til at rinda rokningar og flyta pening. Nýtt:Sum nakað nýtt ber til at velja, hvørjar kontur skulu vera við í Nýtsluyvirlitinum. GG: Minst ein konta skal vera vald, um Nýtsluyvirlitið skal virka.

Gjaldingar er útbakkin hjá tær og atgongdin til at rinda rokningar og flyta pening. Her kanst tú eisini rokna gjaldoyrakostnað.

Íløgur er eitt nýtt univers, sum gevur tær møguleika at keypa og selja virðisbrøv beinleiðis á telefonini, og halda eyga við tínum íløgum.

Samband er beina leiðin til at sperra kort, og til at finna okkara deildir og sjálvtøkur.

YVIRLIT – TIL TÍN TØRV
Tá tú stendur í einum universi, ber til at síggja allar tilhoyrandi upplýsingar og funkur í kassunum niðanfyri. Tú gert av, um tú vilt hava allar smálutirnar sjónligar, ella heldur hava eitt einkult yvirlit í hvørjum universi sær. Næstu ferð, tú ritar inn, minnist appin, hvat tú hevur valt.

Minst til at dagføra Netbanka-appina, soleiðis at tú fært atgongd til nýggju útgávuna av Netbankanum sum app.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=4APheJ01T9U]
Vónandi fært tú gleði av nýggja netbankanum. Hann verður mentur alla tíðina, so tú fært møguleika at tilevna júst ta loysn, sum tú vilt hava.

Faldari - Netbankin sum app nýtt snið.pdf