Norðoya Sparikassi 14,3 milliónir í avlopi

Úrslitið eftir skatt í 2016 var eitt avlop á 14,3 mió. kr., móti 13,7 mió. kr. í 2015. Eginognin rentaði sostatt við 7,1 %. Solvensurin var við árslok 19,1 %.

Virksemið økist
Vøksturin í útlánum var 6,0 % ella 96,6 mió. kr. Útlánini øktust úr 1.598 til 1.694 mió. kr., og ábyrgdirnar øktust úr 63,6 mió. kr. upp í 64,9 mió. kr.

Vøksturin í innlánum var 7,4 % ella 146 mió. kr. – úr 1.973 mió. kr. upp í 2.119 mió. kr. Innlánsavlopið øktist aftur í 2016 – hesaferð við 49 mió. kr. og var 425 mió. kr. við ársenda 2016.

Líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum er 5 %. Sparikassin hevur seinastu árini merkt stóran áhuga fyri at seta pening í ábyrgdarfæ. Samlaða ábyrgdarfæið var við árslok 2016 kr. 18.091.000, móti kr. 16.470.000 í 2015. Hetta er ein øking upp á kr. 1.621.000, ella 10 %.

Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Við ársenda 2016 var yvirdekningurin sammett við lógarkravið 176,1 %.

Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2016 var solvensurin 19,1 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 9,3 %. Harvið var solvensyvirdekningurin 9,8 % -stig.

Umboðsráðsfundur verður hósdagin 23. mars 2017. Eftir fundin verður fullfíggjað ársfrásøgn fyri 2016 tøk á heimasíðu sparikassans www.ns.fo.

NORÐOYA SPARIKASSI

Høvuðs- og lyklatøl 2012-2016.pdf