Norðoya Sparikassi høvuðsstuðul hjá Slaktinum í Tórsgøtu

 Norðoya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá tiltakinum “Slaktið”, sum verður í Tórsgøtu leygardagin 16. septembur. Hetta er eitt tiltak, har smakkiroyndir, livandi kríatúr, framsýningar av landbúnaðarmaskinum, tónleikur og mangt annað verður á skránni. Hvønn tíma verður eitt djór flett og greitt verður frá flettingini.

- Vit stuðla tiltakinum, tí vit halda, at hetta er eitt gott tiltak fyri bæði børn og vaksin. Tiltakið varpar ljós á føroyska landbúnaðin, og vitjandi sleppa at síggja, hvussu kjøtið verður hagreitt, sigur Finnur Klein frá Norðoya Sparikassa.

Norðoya Sparikassi hevur 98-ára stovningardag í septembur, tí er hetta eisini ein gáva til føroyingar frá Føroya elsta peningastovni. Norðoya Sparikassi er frammanundan stuðul til tiltøkini “Ein dagur á grynnuni” og ”Føroya Sjómannadagur”, ið seta fiskivinnuna í brennidepilin. Tvey tiltøk, ið hava fingið sera góða móttøku, tí var líkatil eisini at stuðla hesum tiltaki.

Tey vitjandi fáa ókeypis smakkiroyndir og okkurt leskandi afturvið. 

Á myndini síggjast Kári Sørensen, fyriskipari, Finnur Klein, Norðoya Sparikassi, og Bogi Andreasen, fyriskipari.