Viðtøkur

Navn, heimstaður og endamál

§ 1.

1. Navn sparikassans er Norðoya Sparikassi við heimstaði í Klaksvíkar kommunu.

2. Endamál sparikassans er at reka peningastovnsvirksemi og annað tilknýtt virksemi í hesum sambandi.

3. Sparikassin er ein sjálvsognarstovnur.

Ábyrgdarpeningur

§ 2.

1. Ábyrgdarpeningur sparikassans er hin 31. desember 2016 kr. 18.091.000, býttur á ábyrgdarar, sum hava inngoldið minst kr. 1.000 hvør. Ábyrgdarpeningurin, ið ábyrgdist fyri skyldum sparikassans, er allur inngoldin. Nevndin er heimilað til at broyta upphæddina á ábyrgdarpeninginum, talið á ábyrgdarum og at broyta upphæddina á ábyrgdarpeninginum í viðtøkunum samsvarandi. Nevndin er tó ikki heimilað til at lækka ábyrgdarpeningin til minni enn kr. 1.000.000 og talið av ábyrgdaratkvøðum til færri enn 1.000.

2. Ein og hvør likamligur ella løgfrøðiligur persónur, ið setur pening í sparikassan, hevur rætt til at gerast ábyrgdari við at gjalda minst kr. 1.000 í ábyrgdarpeningi. Ongin likamligur ella løgfrøðiligur persónur kann eiga meira enn kr. 300.000 í ábyrgdarpeningi uttan við loyvi frá nevndini. Ábyrgdarar kunnu ikki seta sparikassanum krøv um mótrokning fyri skyldur sínar sum ábyrgdarar, men ábyrgdast hinvegin í hesum eginleika ikki við meiri enn ábyrgdarpeningi sínum.

3. Sparikassin hevur rætt, men ikki skyldu, til at renta inngoldna ábyrgdarpeningin.

Árliga rentan verður ásett av umboðsráðnum við støði í sparikassans avlopi og tøkum tiltakspeningi áðrenn rentuútreiðslur av ábyrgdarpeningi. Árliga rentan kann ikki ásetast hægri, enn nevndin mælir til.

§ 3.

1. Fyri ábyrgdarpeningin fær ábyrgdarin eitt ábyrgdarskjal, ið ljóðar uppá navn ábyrgdarans. Ábyrgdarskjalið kann útskrivast elektroniskt. Ábyrgdarskjølini, ið verða útskrivað í upphæddum á kr. 1.000,00 ella margføldum av hesum, kunnu frítt avhendast, sí tó § 2, stk. 2, men avhendingin fær fyrst gildi mótvegis sparikassanum, tá ið hon er skrásett av sparikassanum. Sparikassin hevur onga ábyrgd av, hvørt skrásettar avhendingar eru lýtaleysar ella ikki.

2. Ábyrgdarar hava hvørki rætt ella skyldu at lata ábyrgdarpening sín innloysa, sí tó stk. 3. Ábyrgdarar kunnu bert frígerast og innloysast við samtykki frá nevndini, um talið av ábyrgdaratkvøðum ikki fer niðurum 1.000, ábyrgdarpeningurin ikki gerst minni enn kr. 1.000.000,00, og bert um sparikassin aftaná innloysan av viðkomandi ábyrgdara lýkur treytirnar í lóg um fíggjarstovnar.

3. Eru viðurskifti galdandi fyri ein ábyrgdara, sum sambært nevndini gera viðkomandi óskikkaðan til framvegis at vera ábyrgdari, kann ábyrgdarskapurin, eftir tilmæli frá nevndini, strikast av umboðsráðnum, tá minst 2/3 av teimum møttu atkvøða fyri hesum, tó bert um sparikassin aftaná innloysan av viðkomandi ábyrgdara lýkur treytirnar í lóg um fíggjarstovnar uttan so, at sama upphædd av ábyrgdarpeningi verður inngoldin ístaðin.

4. Tá ábyrgdari doyr, verður ábyrgdarskapurin strikaður. Striking av ábyrgdarskapi kann bert fara fram, um so er, at basiskapitalur sparikassans eftir útgjald av ábyrgdarkapitali ikki fellur undir markið í § 3, stk. 2 ella er í stríð við § 3, stk. 2 annars.

5. Útgjalding av ábyrgdarpeningi til ein útfarnan ella strikaðan ábyrgdara kann fyrst fara fram, tá roknskapurin fyri tað árið, tá viðkomandi er útfarin ella strikaður, er góðkendur av umboðsráðnum. Tó kann útgjald til búgvið hjá ábyrgdara fara fram eftir góðkenning frá nevndini.

6. Verður sparikassin avtikin, fáa ábyrgdarar fulnað sín aftaná aðrar kravognarar sparikassans.

Fyristøða sparikassans

§ 4.

Fyristøða sparikassans er umboðsráð, nevnd og stjórn.

Umboðsráðið

§ 5.

1. Í umboðsráðnum, sum er hægsti myndugleiki sparikassans, sita 39 umboðsráðslimir, ið verða valdir 4. hvørt ár í januar ársfjórðingi við gildi frá 1. apríl fyrstkomandi. Umboðsráðslimirnir eru allir umboðsnevndarlimir valdir í umboðsdømum sparikassans sambært stk. 2. Fer umboðsráðslimur frá í valskeiðnum, kemur tað valevnið í hansara stað, sum, hóast ikki valt, hevur fingið flestar atkvøður í sama umboðsdømi.

2. Virkisøki sparikassans er býtt í hesi umboðsdømi: 1) Klaksvík, Norðoyri, Ánir, Árnafjørður og útlond, 2) Kalsoy og Kunoy, 3) Økið eystan Múla og 4) Leirvík og Føroyar annars.

3. Í hvørjum umboðsdømi velja ábyrgdarar sínámillum eina umboðsnevnd fyri øki " Klaksvík, Norðoyri, Ánir, Árnafjørð og útlond " sum hevur 22 limir, "Kalsoy og Kunoy" 2 limir, "Økið eystan Múla" 6 limir og "Leirvík og Føroyum annars" 9 limir. Tað áliggur umboðsnevndunum at fylgja við virki sparikassans í umboðsdømunum. Umboðsnevndarlimirnir eru eisini sendiumboð á umboðsráðsfundum og harvið umboðsráðslimir.

4. Miðað eigur at verða ímóti, at umboðsráðið fær eina fjølbroytta samanseting, hetta við atliti til bæði bústaðarligum og vinnuligum tilknýti.

§ 6.

1. Til hitt einstaka umboðsdømið hoyra teir ábyrgdarar, ið eru skrásettir av sparikassanum sum búsitandi í umboðsdøminum, og kunnu hesir bert velja valevni, sum eru uppstillað í tí umboðsdømi, teir hoyra til.

2. Valbæri í tí einstaka umboðsdøminum hava persónligir ábyrgdarar, ið hoyra til umboðsdømið, og sum hava valrætt sambært stk. 3. Eingin, sum hevur álitisstarv ella starv í øðrum fíggjarstovni, kann vera limur í umboðsráði sparikassans. Sama er galdandi fyri persónar, sum ikki hava ræði á búgvi sínum.

3. Valrætt hava løgfrøðiligir og myndugir likamligir ábyrgdarar, sum hava (inngoldnan) ábyrgdarpening skrásettan í sparikassanum seinast 4 vikur fyri 1. valdag. Fyri at møta og atkvøða á valfundi, skal ábyrgdari í seinasta lagi 5 dagar fyri valfundin heinta atgongumerki í sparikassanum. Ábyrgdarar hava eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 1.000 inngoldnar í ábyrgdarpeningi, tó í mesta lagi 20 atkvøður fyri hvønn likamligan/løgfrøðiligan ábyrgdara. Atkvøðast kann ikki við fulltrú.

§ 7.

Val verður hildið eftir valreglum sparikassans, góðkendar av umboðsráðsfundinum. Fráboðan um valið skal kunngerast í minsta lagi 4 vikur frammanundan við lýsing á heimasíðu sparikassans, við skrivligum boðum til ábyrgdarar á seinast av sparikassanum skrásetta bústaði og við uppsløgum í avgreiðsluhølum sparikassans. Í fráboðanini skal tilskilast, at valreglurnar liggja til taks í avgreiðsluhølum sparikassans.

§ 8.

1. Vanligur umboðsráðsfundur verður hildin í Klaksvík í seinasta lagi hin 30. apríl á hvørjum ári, hetta við fylgjandi dagsskrá:

1. Val av fundarstjóra. Nevndin velur fundarstjóran.

2. Frágreiðing nevndarinnar um virki sparikassans í farna ári.

3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar.

4. Avgerð um nýtslu av avlopi ella rindan av halli sambært góðkendum roknskapi, íroknað tí av nevndini tilmæltu rentu á ábyrgdarpeningi.

5. Val av limum í nevndina.

6. Val av grannskoðarum.

7. Uppskot frá stjórn, nevnd ella umboðsráðslimum.

8. Ymiskt.

2. Uppskot til viðgerðar á vanligum umboðsráðsfundi skal verða latið nevndini í seinasta lagi 6 vikur, áðrenn fundurin verður hildin.

3. Nevndin boðar til umboðsráðsfund við minst 14 dagar varningi við lýsing á heimasíðu sparikassans og við skrivligum fráboðanum til umboðsráðslimirnar á seinasta skrásetta bústaði teirra. Dagsskráin fylgir við fundarboðunum.

§ 9.

Eyka umboðsráðsfundur verður hildin, tá ið nevndin ella grannskoðararnir halda tað vera neyðugt, ella tá 1/5 av umboðsráðslimunum skrivliga seta fram umbøn um tað við tilskilan um evnið. Boðað verður til fundar, áðrenn 14 dagar eru lidnir frá tí, at umbønin er komin. Dagsskráin fyri fundin verður givin í fundarboðunum, sum verða givin á sama hátt og við sama varningi sum nevnt í § 8.

§ 10.

1. Umboðsráðsfundurin tekur avgerðir sínar við vanligum atkvøðumeiriluta. Til avgerð um broyting í viðtøkunum, um samanlegging við annan sparikassa ella banka, um heila ella lutvísa yvirtøku av øðrum sparikassa ella banka og um avtøku sparikassans, krevst, at minst helmingurin av umboðsráðslimunum eru á fundi, og at í minsta lagi 2/3 teirra atkvøða fyri. Er umboðsráðsfundurin ikki viðtøkuførur, men uppskotið annars verður samtykt við kravdum meiriluta av hjástøddum umboðsráðslimum, verður innan 2 mánaðir boðað av nýggjum til umboðsráðsfundar, har uppskotið kann verða samtykt við kravda meirilutanum - sama, hvussu mong eru á fundi.

2. Hvør umboðsráðslimur hevur 1 atkvøðu. Atkvøðast kann ikki við fulltrú.

3. Um tað, sum fer fram á umboðsráðsfundi, verður førd gerðabók, sum fundarstjórin skrivar undir.

4. Fjølmiðlar hava atgongd til umboðsráðsfundin.

Nevndin

§ 11.

1. Í nevndini eru 6 limir valdir av umboðsráðnum millum ábyrgdarar. Harumframt kunnu starvsfólk sparikassans velja 2 limir, ella so mangar, sum ásett er í lógarreglunum um umboðan starvsfólksins í nevndini.

2. Teir av umboðsráðnum valdu nevndarlimirnir sita í 3 ár í senn. Hvørt ár fara frá 2 limir.

3. Nevndarlimir skulu fara frá í seinasta lagi 4 mánaðir eftir, at tað ár, sum teir eru fyltir 70 ár, er umliðið.

4. Eingin, sum hevur álitistarv ella starv í øðrum fíggjarstovni, kann vera limur í nevndini. Sama er galdandi fyri persónar, sum ikki hava ræði á búgvi sínum.

5. Eru viðurskifti galdandi fyri ein nevndarlim, sum sambært nevndini gera hann óskikkaðan til at vera nevndarlimur, kann viðkomandi sambært avgerð nevndarinnar, tá minst 2/3 av nevndarlimunum atkvøða fyri hesum, koyrast úr nevndini. Slík avgerð skal innan 3 mánaðir leggjast fyri umboðsráðið til góðkenningar.

§ 12.

1. Nevndin hevur um hendi yvirleiðsluna av sparikassanum. Nevndin velur sjálv sín formann og næstformann, og ásetir starvsskipan sína við eini yrkisskrá. Nevndin er viðtøkufør, tá ið meiriluti av nevndarlimunum eru á fundi. Avgerð verður tikin við vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.

2. Um tað, sum fer fram á fundi í nevndini, verður førd gerðabók, ið verður undirskrivað av øllum hjástøddum limum. Grannskoðanargerðabókin verður framløgd á hvørjum nevndarfundi, og hvør tilførsla verður undirskrivað av øllum nevndarlimum.

3. Nevndin ger skrivligar reglur fyri mest týðandi arbeiðsøki sparikassans, harí arbeiðsbýtið millum nevndina og stjórnina eisini er ásett.

4. Umboðsráðið ásetur nevndarsamsýningina.

Stjórnin

§ 13.

1. Stjórnin, ið verður sett av nevndini, leiðir virki sparikassans samsvarandi viðtøkunum og teirri av nevndini gjørdu starvsreglugerð og ávísingum hennara annars.

2. Stjórnin luttekur á nevndarfundi, men hevur ikki atkvøðurætt. Stjórnin luttekur ikki á fundi, har persónligu viðurskifti hennara verða viðgjørd.

3. Stjóri skal fara frá, tá ið tað árið, sum hann hevur fylt 65 ár, er umliðið.

Firmatekning og prokura

§ 14.

Fyri firma sparikassans undirrita tveir stjórar í felag ella ein stjóri saman við einum nevndarlimi. Nevndin kann veita felags prokura.

Grannskoðan

§ 15.

1. Roknskapurin skal grannskoðast av minst einum grannskoðara, sum skal vera løggildur. Grannskoðanin verður vald fyri eitt ár í senn.

2. Samsýningin til grannskoðanina verður ásett sambært avtalu millum grannskoðanina og nevndina.

Ársfrásøgn

§ 16.

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

§ 17.

Árliga rakstraravlopið verður sett í grunnar sparikassans. Umboðsráðið kann tó taka avgerð um at nýta eina upphædd til vælgerandi ella almannagagnlig endamál í samsvar við reglurnar í lóg um fíggjarvirksemi.

Tagnarskylda

§ 18.

Eingin, ið knýttur er at sparikassanum, má geva óviðkomandi fólki upplýsingar um viðurskifti, sum hann verður kunnugur við í virki sínum í sparikassanum.

Avtøka

§ 19.

Verður sparikassin avtikin, verður nettoogn hansara at nýta til frama fyri vælgerandi ella almannagagnlig endamál í virkisøki sparikassans eftir nærri avgerð á umboðsráðsfundi.

Viðtøka

§ 20.

Omanfyri nevndu viðtøkur eru samtyktar á vanligum aðalfundi tann 26. apríl 1994, og síðani broyttar á vanligum umboðsráðsfundi tann 20. apríl 1995, tann 26. apríl 1996, tann 22. februar 2002, tann 17. januar 2006, á eyka umboðsráðsfundi tann 27. september 2010, á vanligum umboðsráðsfundi tann 23. apríl 2012 og á eyka umboðsráðsfundi tann 25. september 2014.

Klaksvík, hin 22. september 2017

Nevndin fyri Norðoya Sparikassa

John P. Danielsen, formaður 

Jóannes Hansen, næstformaður 

Jóhanna á Tjaldrafløtti

Karl Heri Joensen

Petur Alberg Lamhauge

Frimodt Rasmussen

Guðrið L. Olsen, starvsfólkaumboð 

Tummas Martin Sólsker, starvsfólkaumboð

Janus Joensen, starvsfólkaumboð