VISJÓN 2019

Sjónlig og kundafokuserað
Vit veita eina støðuga, góða tænastu á øllum miðlum og deildum. Kundanøgdsemið er gott, og vit eru tøk, tá ið kundin hevur tørv á okkum.

Sparikassin hevur kundan sum miðdepil við ágrýtnum starvsfólkum, ið fegin veita eina framúr góða tænastu.

Starvsfólkini eru á høgum førleikastigi, veita dygga og álítandi tænastu, eru fyrikomandi og duga at finna loysnir, ið nøkta tørvin hjá kundanum.

Vit hava eitt sjónligt vørumerki og eru kend fyri ábyrgd, trúvirði og sjónligt virksemi í nærumhvørvinum.

Kjarnuvirksemið er at veita fíggjarligar tænastur. Vit hava dugnaligar samstarvsfelagar, har vit í felag koma fram á og menna tænastur, sum geva kundum okkara bestu loysnirnar.

Vøkstur og økt rakstrarúrslit
Vit eru kappingarfør í prísi og kostnaði. Okkara grundrakstur liggur oman fyri miðal samanborið við peningastovnar á sama stigi. Vit hava ein útlánsvøkstur sum er 25 % sammett við 2016, og eginognin hjá sparikassanum er í minsta lagi 250 mió. kr.

Dugnalig starvsfólk
Vit eru kend sum eitt áhugavekjandi og framsøkið arbeiðspláss. Vit arbeiða støðugt við at tryggja høgt førleika- og útbúgvingarstig. Við okkara menningarsamrøðum tryggja vit, at førleikarnir hjá starvsfólkunum verða gagnnýttir, og ynski teirra vird.

Menningarsamrøðurnar stuðla undir okkara strategi soleiðis, at øll starvsfólk vita, hvør teirra uppgáva er, og hvat ið krevst fyri, at sparikassin kann fremja sína strategi í verki.

Leiðslan vísir eina greiða linju við Strategi 2019 og samskiftir við starvsfólk um mál, úrslit og framdrátt.

MISSIÓN

Norðoya Sparikassi er ein sjálveigandi sparikassi, sum skal gera mun í føroyska samfelagnum við at veita fíggjarligar tænastur til privat og vinnurekandi. Norðoya Sparikassi vil vera við til at styrkja møguleikan at búgva og virka í egnum nærumhvørvi.

VIRÐI

Nærleiki
Er har fyri kundan, har sum kundin er, og tá ið kundin hevur brúk fyri okkum.

Virðing
Gevur eina støðugt góða tænastu, sum samstundis livir upp til sparikassans virkisgrundarlag og virðir tað einstaka menniskjað.

Sjónlig
Aktivt samskiftir sína missión soleiðis, at hon er sjónlig fyri kundum, sæst aftur á bygningum, á heimasíðu og øllum átøkum annars.

Menning
Arbeiðir støðugt við at førleikamenna øll starvsfólk í samsvari við Strategi 2019, og leiðslan vísir veg og samskiftir við øll starvsfólk og viðurkennir úrslit.

Faldari Strategi 2019.pdf