Avgreiðslur okkara fyribils afturlatnar

Dagført 8. apríl 2020

Tiltøkini ímóti koronavirusinum COVID-19 halda fram. 

Avgreiðslur okkara verða afturlatnar til 20. apríl 2020.

Fyri at verja viðskifta- og starvsfólk okkara ímóti koronavirusinum, eru avgreiðslurnar hjá Norðoya Sparikassa afturlatnar til 20. apríl.

Tað ber sostatt ikki til at koma inn í Norðoya Sparikassa at avgreiða fíggjarligu viðurskiftini sum vant. Tó ber til at avgreiða flestu viðurskifti talgilt ella umvegis telefon ella teldupost.

Vit heita á viðskiftafólk okkara um at seta seg í samband við okkum soleiðis:

  • Ring tel. 475000
  • Send teldupost til ns@ns.fo ella skriva til okkara í netbankanum
  • Kjatta við okkum á heimasíðuni
Víst verður til netbankan og sjálvtøkur okkara, og mælt verður til at halda telefon- ella netfund við sín kundaráðgeva.

NORÐOYA SPARIKASSI