Avgreiðslur sparikassans lata upp aftur við avmarkaðum tíðum

Avgreiðslur sparikassans, sum hava verið afturlatnar í tríggjar vikur, lata nú upp aftur. Avgreiðslutíðirnar verða kortini fyribils avmarkaðar.

Upplatingartíðirnar verða fyribils soleiðis:

Høvuðsdeildin í Klaksvík

Týsdag kl. 12.00-16.00

Hósdag kl. 12.00-16.00

Deildin í Fuglafirði

Mikudag kl. 12.00-16.00

Deildin í Tórshavn

Týsdag kl. 12.00-16.00

Hósdag kl. 12.00-16.00

Telefonavgreiðsla

Telefonir okkara svara sum vanligt mánadag til fríggjadag millum 9.30 og 16.00, hósdag tó til kl. 18.00.

Kundafundir

Tær avmarkaðu avgreiðslutíðirnar eru ikki galdandi fyri kundafundir. Vit fylgja framvegis tilráðingunum um frástøðu og handreinføri v.m., og kundafundir verða tí sum netfundir ella telefonfundir, um gjørligt. Um fundir ikki kunnu haldast sum netfundir ella telefonfundir, kunnu teir verða í sparikassanum, - eftir avtalu. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við tín kundaráðgeva fyri at avtala ein kundafund.

Vinarliga

Norðoya Sparikassi