Eftirlønarbroytingar koma í gildi á nýggjárinum

1. januar 2019 kemur nýggj lóg um eftirlønarsamansparing í gildi, ið eisini fevnir um ung undir 21 ár. Hetta merkir, at eftir 1. januar er tað lógarkrav, at øll, ið fáa løn, eisini skulu hava eina eftirlønarkontu.

Galdandi fyri øll er, at bundna eftirlønargjaldið í 2019 er 5 % av A-inntøkuni og B-inntøkuni.

Ert tú undir 21 ár og skalt fáa løn fyrstu ferð, so spyrt tú kanska - hvussu geri eg ?

...og svarið er: Set teg í samband við okkum á telefon 475000, har vit leiðbeina og stovna tær eina eftirlønarkontu. Fyritreytin fyri at kunna móttaka løn eftir 1. januar 2019 er jú tann, at arbeiðsgevarin skal kenna nummarið á tíni eftirlønarkontu.

Tosa við okkum - vit leiðbeina fegin.

Vinaliga

Norðoya Sparikassi