Negativ renta av innlánum

Seinastu árini hevur rentustøðið verið á sera lágum støði, og bæði rentan av innistandandi í danska tjóðbankanum og av lánsbrøvum hevur í longri tíð verið negativ. Hetta hevur beinleiðis útreiðslur við sær fyri peningastovnar, tí ein stórur partur av gjaldførinum hjá peningastovnum verður sett í tjóðbankan ella í lánsbrøv.

Av hesi orsøk hava flest allir peningastovnar ásett negativa rentu fyri ávís innlán.

Niðanfyri eru ymsir spurningar og svar í sambandi við negativa rentu.

Hvør skal rinda negativa rentu?
Privatkundar rinda negativa rentu, um samlaða innistandandi á vanligum kontum (lønarkonta, fíggjarkonta, vanlig konta v.m.) er størri enn 250.000 kr. Hetta merkir, at um samlaða innistandandi á vanligum kontum er 300.000 kr., so verður negativ renta roknað av 50.000 kr. Í løtuni er rentan -0,60 % p.a.

Vinnukundar rinda negativa rentu av øllum innistandandi og í løtuni er rentan -0,75 % p.a.

Víst verður til galdandi rentuyvirlit.

Fyrimunaskipan fyri ábyrgdarar
Privatkundar, sum eiga ábyrgdarpening upp á minst 30.000 kr., kunnu hava samlað innistandandi á vanligum kontum upp til 750.000 kr., uttan at rinda negativa rentu.

Harvið fáa ábyrgdarar ein fyrimun á 500.000 kr. í mun til vanliga upphæddarmarkið á 250.000 kr.

Hvørjar kontur eru undantiknar negativa rentu?
Niðanfyri standandi kontur eru undantiknar negativum rentum:
• Silvakontur hjá børnum upp til 13 ár
• Gulkontur hjá ungum upp til 27 ár
• Pensjóns- og eftirlønarkontur
• Deponeringskontur til keypspening í sambandi við bústað

Innistandandi á omanfyri nevndu kontum verður ikki talt við í samlað innistandandi, tá negativ renta verður roknað.

Hvussu og nær verður negativa rentan tilskrivað?
Dagliga rentuútrokningin tekur hædd fyri samlaðum innistandandi á vanligum kontum, og tilskrivar upphæddina á eina ávísa innlánskontu.

Negativ renta verður tilskrivað kvartárliga, tvs. 31. mars, 30. juni, 30. september og 31. desember.

Hvussu við felagskontum?
Um talan er um felagskontu við 50/50 ognarskapi, verður 50 % av innistandandi roknað við í innistandandi hjá hvørjum kunda.

Hvørjir møguleikar eru fyri at sleppa undan negativum rentum?
Um tú hevur innistandandi, sum tú skalt rinda negativa rentu av, kann tað vera eitt hugskot at kanna aðrar møguleikar, sum t.d. at seta pening í íløgur ella at afturgjalda skuld.

Vit hjálpa fegin at kanna, hvørjir møguleikar eru í mun til tína fíggjarstøðu og tørv. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við tín kundaráðgeva í hesum sambandi.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost