Nýggj innlánskonta til ábyrgdarar

Nú er møguleiki hjá ábyrgdarum, ið eiga minst 30.000 kr. í ábyrgdarpeningi, at fáa eina innlánskontu við hægri rentu.

Nýggja innlánskontan hevur 12 mðr. uppsagnartíð og rentan er 2,0 % um árið. Kontan hevur broytiliga rentu og er bert ætlað privatkundum.

Einki hámark er fyri, hvussu nógv kann setast inn á kontuna. 

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við tín kundaráðgeva, um hetta hevur áhuga.

Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara á tel. 475000.