Íløgur

Við netbankanum kanst tú keypa og selja partabrøv, lánsbrøv og íløguprógv. Úrvalið er sera stórt.

Hevur tú samanspardan pening – eftirløn ella vanliga samansparing – og tær ikki nýtist at fáa fatur á peninginum í stundini, kann tað vera skilagott at gera íløgur í virðisbrøv. Í longdini er væntaði vinningurin størri við virðisbrøvum enn við peningi á bók. Afturímóti er váðin størri.

Tað er sera lætt og ómakaleyst at gera virðisbrævaíløgur í netbankanum hjá Norðoya Sparikassa. Við netbankanum kanst tú keypa og selja partabrøv, lánsbrøv og íløguprógv. Úrvalið er sera stórt. Avtalur, sum sparikassin hevur við útlendskan stovn, gera, at tú fært beinleiðis atgongd til fleiri virðisbrævamarknaðir. Tað er skjótt at gera ein virðisbrævahandil, og netbankin gevur tær gott yvirlit yvir tínar goymslur.

Set teg í samband við okkum og fá atgongd til íløgutænasturnar í netbankanum. Vit vegleiða um íleggjaraverju sambært sonevndu MiFiD-reglunum og stovna virðisbrævagoymsluna.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost