Jól í Norðoya Sparikassa í Miðlon

Hósdagin 20. desember kl. 15-17 verður hugnaligt jólatiltak í Norðoya Sparikassa í Miðlon í Havn.

Hallur Joensen syngur og kl. 16 undirhalda gyklarin Rógvi og jólamaðurin Julius.

Børnini fáa pakka og sparikassin bjóðar brendar mandlur, gløgg og annað gott.

Øll eru hjartaliga vælkomin.