Kom við til Ein dag á grynnuni leygardagin 4. mai

Aftur í ár stuðlar Norðoya Sparikassi tiltakinum Ein dagur á grynnuni, sum verður hildið í Tórsgøtu í Havn leygardagin 4. mai kl. 10-16. Talan er um eitt familjutiltak, har fólk fáa høvi at royna alskyns mat úr sjónum, lurta eftir tónleiki og njóta løtuna.

Í Perluni borðreiðir Norðoya Sparikassi við fiskasuppu. Eisini bjóða vit kaffi, te, okkurt søtt til góman og sunkist til børnini.

Øll eru hjartaliga vælkomin.