Norðoya Sparikassi 6 milliónir í avlopi fyrra hálvár 2020


Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2020 var eitt avlop upp á 6 mió. kr. sammett við 7,9 mió. kr. sama tíðarskeið í 2019.

Gongdin fyrra hálvár hevur verið merkt av COVID-19, sum serliga hevur havt ávirkan á virðisjavnan og niðurskrivingar. Verður sæð burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin eitt avlop av vanligum rakstri upp á 9 mió. kr. fyrra hálvár í mun til 5,1 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri.


Virksemið fyrra hálvár 2020

Útlánini øktust úr 1.947 mió. kr. til 1.959 mió. kr., ið svarar til ein vøkstur á 0,6 %.

Innlánini øktust úr 2.403 mió. kr. til 2.518 mió. kr., ið svarar til ein vøkstur á 4,8 %.

Innlánsavlopið var 559 mió. kr. pr. 30. juni 2020.


Gjaldføri og solvensur

Gjaldførið er gott. Pr. 30. juni 2020 var yvirdekningurin sammett við lógarkravið 197 %.

Eisini solvensurin er góður. Pr. 30. juni 2020 var solvensurin 21,1 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 10,9 %.

Samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina higartil í ár.


NORÐOYA SPARIKASSI

Marner Mortensen, stjóri