Norðoya Sparikassi 100 ár

2019 er árið, tá ið Norðoya Sparikassi rundar tey fyrstu 100 árini. Tú kanst gleða teg til eitt hendingaríkt ár, tí Norðoya Sparikassi fer á fjøltáttaðan hátt at hátíðarhalda, at hann í 100 ár hevur verið og framvegis er ein virkin viðspælari hjá bæði privatum viðskiftafólki og vinnulívi umframt at vera ein týðandi stuðul, tá ið talan er um list, mentan, ítrótt og frítíðarvirksemi.

24. september 2019 eru 100 ár liðin, síðan Norðoya Sparikassi varð settur á stovn, og stovningardagurin verður sjálvandi hátíðarhildin. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum alt árið og kunnað verður um tey á heimasíðu og facebooksíðu okkara so hvørt.

Vælkomin í 100 ára stovningardag, ið verður hildin alt árið 2019.