Norðoya Sparikassi 14,2 milliónir í avlopi

Úrslitið eftir skatt í 2018 var eitt avlop á 14,2 mió. kr. Eginognin rentaði við 6,2 % og solvensurin var 20,5 % við árslok 2018.

Virksemið økist

Vøksturin í útlánum var 4,4 % ella 80 mió. kr. Útlánini øktust úr 1.806 til 1.886 mió. kr.

Vøksturin í innlánum var 3,4 % ella 76 mió. kr. – úr 2.227 mió. kr. upp í 2.302 mió. kr. Innlánsavlopið var 416 mió. kr. við ársenda 2018.

Áhugin fyri at seta pening í ábyrgdarfæ er framvegis stórur og líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum í løtuni er 5 %. Samlaða ábyrgdarfæið var við árslok 2018 kr. 20.802.000, móti kr. 19.806.000 við ársbyrjan 2018. Hetta er ein øking upp á kr. 996.000, ella 5 %.

Gjaldføri og solvensur

Gjaldførið er gott. Við ársenda 2018 var yvirdekningurin í mun til lógarkravda gjaldførið 168 %.

Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2018 var solvensurin 20,5 % sammett við 19,2 % árið fyri.

Samanumtikið er sparikassin væl nøgdur við gongdina í 2018.

Umboðsráðsfundur verður hósdagin 4. apríl 2019. Eftir fundin verður fullfíggjað ársfrásøgn fyri 2018 tøk á heimasíðu sparikassans www.ns.fo.

NORÐOYA SPARIKASSI

Marner Mortensen, stjóri


5-ára yvirlit.pdf