Norðoya Sparikassi havt eftirlitsvitjan av Fíggjareftirlitinum

Á eftirlitsvitjan í februar staðfesti Fíggjareftirlitið, at sparikassin skal niðurskriva høvuðssætið við 2,7 mió. kr. umframt betra um mannagongdir og stýring á kredittøkinum.

 

Fíggjareftirlitið var í februar í ár á regluligari eftirlitsvitjan í Norðoya Sparikassa. Nú er frágreiðingin frá vitjanini kunngjørd, og sparikassin tekur viðmerkingarnar til eftirtektar.


Fíggjareftirlitið staðfesti, at sparikassin sum SIFI-peningastovnur verður álagdur strangari krøv til váðastýring og kapital enn aðrir peningastovnar av somu stødd. Hetta áleggur sparikassanum eisini at seta fleiri undirnevndir og hava greiðan funktiónsskilnað á øllum økjum. Sparikassin tekur neyðug stig til at betra um hesi viðurskifti.

 

Sparikassin fekk eisini boð um at niðurskriva fastar ognir við 3,2 mió. kr., harav høvuðsbygningin í Klaksvík við 2,7 mió. kr. Harumframt skulu útlán niðurskrivast við 1,8 mió. kr. Tilsamans er talan um niðurskrivingar uppá 5 mió. kr., sum eru tiknar við í roknskapin fyri 1. ársfjórðing 2018.

 

Eftirlitsvitjanin hesaferð var skipað nakað øðrvísi í mun til seinastu eftirlitsvitjan. Umframt at gera eina vanliga váðameting var stórur dentur lagdur á tann fyrisitingarliga partin. Millum annað varð hugt eftir, hvussu farið verður fram, tá nýggj lán verða veitt. Niðurstøðan av hesi gjøgnumgongd var, at sparikassin skal betra um mannagongdir og tryggja, at stýringin av kredittøkinum er nøktandi.

 

Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum kann lesast á heimasíðu sparikassans www.ns.fo og hjá Fíggjareftirlitinum www.ftnet.dk.

 

NORÐOYA SPARIKASSI

 

Marner Mortensen

stjóri





her 1 her 2