Norðoya Sparikassi havt eftirlitsvitjan av Fíggjareftirlitinum
Fíggjareftirlitið
var í juni í ár á regluligari eftirlitsvitjan í Norðoya Sparikassa. Nú er
frágreiðingin frá vitjanini kunngjørd.
Fíggjareftirlitið staðfesti, at sparikassin
skal styrkja um inntjening og kapitalgrundarlag umframt betra um mannagongdir og stýring á kredittøkinum.
Gjøgnumgongdin av útlánum hevði við sær, at sparikassin skal niðurskriva 750
t.kr. afturat, og er hetta gjørt í hálvársroknskapinum í ár.
Grundrakstur
og kapitalviðurskifti
Við støði í roknskapinum fyri undanfarna ár
verður víst á, at inntjening sparikassans er ov lítil, tá havt verður í huga
herdu kapitalkrøvini, sum stigvíst verða sett í gildi frá 2020 til 2025.
Sparikassin fekk boð um at tryggja, at samsvar er millum útlánsrentur og
kredittváða.
Árið 2019 var eitt serligt ár í søgu
sparikassans, tí tá kundi sparikassin hátíðarhalda 100-ára stovningardagin, og
varð ein partur av avlopinum nýttur til hátíðarhaldið. At sparikassin hevur
bíðað við at innføra negativa rentu av innistandandi hevur eisini ávirkað
raksturin hjá sparikassanum í 2019. Sparikassin hevur síðani sett tiltøk í verk
fyri at betra um grundraksturin.
Sparikassin er nøgdur við gongdina higartil í
ár og væntar, at við framdu tillagingunum verður grundraksturin á einum
nøktandi støði komandi árini, soleiðis at sparikassin kann økja um sína eginogn
fram til 2025, tá ið øll kapitalkrøv eru komin í gildi.
Sjálvevaluering
av nevnd og tillaging av mannagongdum
Fíggjareftirlitið staðfesti eisini, at fleiri broytingar eru í
nevndini, og áleggur sparikassanum at gera eina sjálvevaluering av førleikum og
royndum hjá samlaðu nevndini og er hetta avgreitt.
Eisini skal sparikassin betra um ymiskar mannagongdir á kredittøkinum.
Sparikassin skal hækka solvenstørvin við 0,5 prosentstigum, og hesum hevur sparikassin longu lagt upp fyri í roknskapinum fyri fyrra hálvár.
Samanumtikið er sparikassin nøgdur við eftirlitsvitjanina og tekur frágreiðingina til eftirtektar.
Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum er viðheft niðanfyri.
NORÐOYA
SPARIKASSI
Marner Mortensen
stjóri
Frágreiðing frá eftirlitsvitjan 2020.pdf