Nýggj gjaldkort verða sjálvvirkandi meldað til 3D Secure

Gjaldkort-reglurnar eru endurskoðaðar, og frá 1. oktober 2018 verða nýggj gjaldkort sjálvvirkandi meldað til 3D Secure. Tú kanst lesa meira um, hvussu 3D Secure virkar, við at trýsta her. 

Galdandi nýggj kort:
Sjálvvirkandi tilmeldingarskipanin velur fartelefonnummarið, tú seinast hevur upplýst sparikassanum.

Verandi kort:
Um tú ikki hevur tilmeldað títt núverandi kort til 3D Secure trygdarskipanina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 475000, so kunnu vit tilmelda teg.