Nýggjar ásetingar fyri gjaldkort

Nýggjar ásetingar fyri Dankort, Visa/Dankort og Mastercard

Ásetingarnar eru galdandi frá 14. september fyri nýggjar kundar og 14. november fyri núverandi kundar.

Broytingin er, at hugtakið ”personlig sikkerhedsforanstaltning” verður lagt afturat í ásetingunum. Hugtakið fevnir um teir ymisku trygdarhættirnar, sum skulu brúkast, tá ið tú rindar við gjaldkorti – m.a. PIN-kota, NemID ella fingra- og andlitsmerki. Í gomlu ásetingunum er bert PIN-kotan nevnd.

Um tú ikki góðtekur broytingarnar
Tekur tú ikki undir við nýggju ásetingunum, kanst tú siga avtaluna um gjaldkortið upp við at boða okkum frá í seinasta lagi 13. november. Legg til merkis, at tú ikki kanst brúka kortið, tá ið avtalan er uppsøgd. Tú kanst siga avtaluna upp við at ringja til okkara á telefon 475 000 ella við at senda okkum eini boð í Netbankanum.
Tað kostar einki at siga avtaluna upp. Um tú hevur goldið árliga kortgjaldið, áðrenn tú sigur avtaluna upp, fært tú ein lutfalsligan part av hesum gjaldi afturgoldnan.
Nýggju ásetingarnar kunnu lesast á heimasíðu okkara www.ns.fo/kort.html og har undir ávísu kortsløgunum.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi.

Vinarliga
Norðoya Sparikassi