
Nýggjur netbanki til privatkundar
Sum privatkundi kanst tú nú royna nýggja netbankan hjá Norðoya Sparikassa.
Komandi mánaðirnar verður seinasta hond løgd á arbeiðið við nýggja netbankanum, men longu nú ber til hjá privatkundum at royna nýggja netbankan, ið hevur Samleikan sum innritanarloysn.
Við nýggja netbankanum kanst tú m.a.:
- fáa lætt og skjótt yvirlit yvir kontur og fíggjarstøðu
- velja, hvørjar kontur, tú vilt síggja á forsíðuni
- samskifta trygt og ómakaleyst við tín ráðgeva
- síggja og undirskriva skjøl og avtalur
- síggja pin-kotuna á tínum gjaldkortum
- sperra gjaldkort
- gera uttanlandsflytingar
- handla virðisbrøv uttan mun til tíð og stað
Nýggi netbankin er tøkur at royna á teldu og sum app.
Royn nýggja netbankan á teldu her.
Netbankin sum app hevur nú nærum allar tær somu funkurnar sum netbankin á teldu.

Undirskriva skjøl og avtalur talgilt við Samleikanum
Sum nakað nýtt ber til at undirskriva skjøl, eitt nú lán og aðrar avtalur talgilt í Undirskriftarrúminum. Eisini her verður Samleikin brúktur, tí er skilagott at fáa sær Samleikan, og til ber at skráseta seg her.
Hevur tú ikki netbanka, kanst tú fara inn í Undirskriftarrúmið og undirskriva skjøl og avtalur við Samleikanum.
Far til Undirskriftarrúmið her.