Starvslýsing

Eitt spennandi starv á fíggjardeildini í Norðoya Sparikassa er leyst at søkja.

Uppgávur

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og umfata m.a. bókhald, roknskap og ymiskar fíggjarligar uppgerðir til leiðslu og myndugleikar. Harumframt eru aðrar uppgávur á fíggjardeildini og fyrifallandi uppgávur, sum hoyra til aðrar deildir av sparikassanum.

Persónligir eginleikar

Tú ert ágrýtin, fyrikomandi og nærlagdur/-løgd. Tøl hava tín áhuga.

Fakligir førleikar

Royndir í peningastovni ella líknandi royndir eru ein fyrimunur. Peningastovnsútbúgving ella útbúgving sum fíggjarfrøðingur ella líknandi er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Upplýsingar um starvið

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Atla Danielsen, fíggjarleiðara, á tel. 295086.

Starvstíðarskeið

Starvið er eitt avloysarastarv fyri eitt starvsfólk í farloyvi. Ynskiligt er at tú kanst byrja í seinasta lagi 1. februar 2022. Starvið er tíðaravmarkað til 1. apríl 2023.

Umsóknarfreist

Umsókn saman við próvskjølum og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skulu vera sparikassanum í hendi í seinasta lagi 20. januar 2022 og skal sendast til eydunk@ns.fo  ella:

 

Norðoya Sparikassa

Att: Eyðun Kjølbro

Ósávegur 1

Postsmoga 149

FO-710 Klaksvík

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost