
Trygdin at innrita í netbankan verður økt
Tryggari at innrita í netbankan
Nýggj trygdarkrøv frá ES hava við
sær, at trygdin í Netbankanum verður økt tann 14. september. Í tí sambandi eru
tvær broytingar, ið ávirka teg:
1. Tú skalt bæði brúka loyniorð og
NemID-lykil, tá ið tú ritar inn í Netbankan. Brúkar tú "Gomul innritan", skalt
tú bæði brúka loyniorð og einnýtiskotu, sum verður send til tína
fartelefon.
2. Ert tú privatkundi, verður tú sjálvvirkandi útritað/-ur úr
Netbankanum, um tú hevur verið óvirkin í 5 min. Ert tú vinnukundi, verður tú
útritað/-ur eftir 30 óvirknar minuttir.
NemID-lyklaappin ger tað lættari at brúka
Netbankan
Um tú hevur
NemID-lyklaappina á telefonini, er tað lættari at rita inn í Netbankan. Appin er
eins trygg og vanliga lyklakortið, og tú sleppur undan at hava kortið við
tær.
Legg til merkis, at NemID-lyklaappin finst í tveimum útgávum - ein
til privat NemID og ein til vinnulig, starvsfólka NemID.
Brúkar tú "Gomul innritan"
Av tí at einnýtiskotan verður send til tína
fartelefon, er tað umráðandi, at rætta nummarið er skrásett hjá okkum. Set teg í
samband við okkum á 475000, um skrásetingin skal broytast.
Vinarliga
Norðoya Sparikassi