Tveir nýggir nevndarlimir í Norðoya Sparikassa

Árligi umboðsráðsfundurin hjá sparikassanum var hósdagin 4. apríl 2019.

Ársfrásøgnin fyri 2018 varð framløgd og góðkend.

Nevndarval var eisini á skránni. Jóannes Hansen og Jóhanna á Tjaldrafløtti stóðu fyri vali. Jóannes Hansen varð afturvaldur, meðan Jóhanna á Tjaldrafløtti ikki ynskti afturval. Harafturat fór Petur Alberg Lamhauge úr nevndini vegna aldur sambært viðtøkum sparikassans.

Nýggju nevndarlimirnir eru Súsanna Olsen og Eyðun Kjølbro.

Eftir fundin skipaði nevndin seg við John P. Danielsen sum formanni og Jóannes Hansen sum næstformanni.

Í nevndini sita nú:

John P. Danielsen, formaður
Jóannes Hansen, næstformaður
Karl Heri Joensen, nevndarlimur
Frimodt Rasmussen, nevndarlimur
Súsanna Olsen, nevndarlimur
Eyðun Kjølbro, nevndarlimur
Guðrið Lava Olsen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Tummas Martin Sólsker, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Janus Joensen, starvsfólkavaldur nevndarlimur