Virkja kort

Tá ið tú skalt virkja nýggja kortið hjá tær, skalt tú brúka eitt virkjanarnummar, sum er 0 + fýra tey seinastu tølini í kundanummari tínum.

Her finnur tú títt kundanummar:

  • í netbankanum á teldu/teldli, ovast uppi í høgra horni undir yvirskriftini "Kundanummar hjá avtalueigara"
  • í netbankanum sum app undir "Uppseting" - hetta er nýtt!
  • á tínum kontuavritum


Soleiðis gert tú kortið virkið:

  1. Ring til Nets á tel. +45 44 89 73 50

  2. Trýst kortnummarið við 16 talteknum, sum stendur á forsíðuni á kortinum, og enda við #

  3. Trýst virkjanarnummarið, sum er 0 + fýra tey seinastu tølini í kundanummari tínum, og enda við #

  4. Eftir hetta fært tú boðini "Kortet er nu aktiveret"