Netbankin sum app

Við netbankanum sum app kanst tú altíð avgreiða fíggjarviðurskiftini og fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna. Netbankin sum app riggar á snildfonum, t.e. iPhone ella Android, og teldlum.

Skalt tú hava netbankan sum app, mást tú fyrst hava netbankaavtalu. Við netbankaavtaluni meldar tú til netbankan sum app.

Kom væl í gongd

Rita inn í netbankan á telduni og far inn á “Avtalur” og vel síðan “Fartænastur, Netbanki" og trýst á “Melda til netbanka á smartphone ella fartelefon”. Her velur tú “Netbanki sum app (iPhone ella Android)”. Tøppa inn brúkaranavn og loynital við 4 talteknum.

Í netbankanum á telduni skrásetir tú eisini fartelefonnummarið. Skrásetta fartelefonnummarið tekur ímóti sms-boðum við eini kotu, ið skal verða brúkt, hvørja ferð ein flyting og onnur viðurskifti skulu verða undirskrivað.

Soleiðis tekur tú appina niður

Far inn á App Store ella Play Store og leita eftir "Netbanki". Tak appina Norðoya Sparikassi - Netbanki niður.

Soleiðis ritar tú inn

Tú kanst rita inn, tá ið tú hevur meldað til “Netbanki sum app (iPhone ella Android)” á telduni. Á tíni snildfon skalt tú brúka:

  1. Brúkaranavn ella brúkaranummarið, sum tú hevur skrásett í netbankanum á telduni.

  2. Títt loynital við 4 talteknum, sum tú eisini hevur valt í netbankanum á telduni

Við netbankanum sum app kanst tú millum annað:

  • síggja kontuyvirlit

  • flyta pening

  • síggja bókingar

  • síggja framtíðar gjaldingar

  • gjalda girokort

  • sperra kort

  • rokna gjaldoyra

  • finna sjálvtøkur

  • finna deildir

  • Gera íløgur

NemID kann nýtast til innritan fyrstu ferð

Um tú ert nýggjur brúkari til netbankan sum app, kanst tú melda til, sjálv/-ur, beinleiðis á app'ini við hjálp av tínum NemID. Vel tá 'Sign up', har tú meldar til við tínum NemID, velur brúkaranavn og 4 siffraða atgongdarkotu.

GG: Tú nýtir bert NemID í sambandi við tilmelding til netbankan sum app fyrstu ferð. Eftirfylgjandi verður tú einans biðin um at upplýsa brúkaranavn/brúkaranummar og 4 siffraðu kotuna, sum tú sjálv/-ur hevur valt. 


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost