Arbeiði uttanlands

Arbeiðir tú uttanlands, kanst tú ómakaleyst savna øll tíni fíggjarligu viðurskifti og lata Norðoya Sparikassa taka sær av teimum.

Heildarkundar fáa fleiri fyrimunir, t.d. kappingarføra rentu á inn- og útlánum og ymsar ókeypis tænastur. Eisini geva vit góð ráð um fíggjarviðurskifti, og hvussu tey best verða skipað.

Kundi tú hugsað tær at fingið góð ráð um t.d. samansparing, bústaðarlán, tryggingar, eftirløn, íløgur, gjaldkort ella uttanlandsflytingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Ring á tel. 475000 ella send eitt teldubræv til ns@ns.fo.

Lønarkontu í Norðoya Sparikassa

Lønin kemur inn á lønarkontuna, og hon verður eisini brúkt til at gjalda fastar útreiðslur við. Tú kanst taka pening út og seta pening inn. Tá ið føstu útreiðslurnar eru goldnar, kanst tú brúka tað, sum er eftir, sum tú vilt.

Ókeypis at stovna

Lønarkontan er ókeypis at stovna, og tú kanst knýta fleiri tænastur til lønarkontuna, til dømis Dankort, Visa/Dankort, Mastercard, netbanka og netbanka sum app. Við netbankanum fært tú yvirlit yvir fíggjarligu viðurskifti tíni, og tú fært avgreitt tey skjótt og bíliga.

Løn frá útlendskum veitara

Fært tú løn frá útlendskum veitara, fært tú lønina trygt inn á lønarkontuna í Norðoya Sparikassa. Tú skalt bara upplýsa IBAN-nr. títt og SWIFT-kotuna hjá Norðoya Sparikassa: NOYAFO21. Norðoya Sparikassi samstarvar eisini við Sparekassen Kronjylland. SWIFT-kotan hjá Sparekassen Kronjylland er: KRONDK22.

Tað er skjótt, bíligt og trygt at taka ímóti peningi úr útheiminum, tá ið flytingar verða gjørdar við SWIFT.

Minst tí til at geva arbeiðsgevaranum upplýsingarnar, sum eru nevndar omanfyri. Saman eyðmerkja hesar tína kontu í Norðoya Sparikassa.

Uttanlandsflyting

Verður peningur fluttur tær úr øðrum londum enn ríkisfelagsskapinum, ella flytir tú pening til hesi lond, verður tað avgreitt trygt og skjótt við SWIFT (Society for the Worldwide Interbank Financial Telecommunication), sum er ein altjóða avtala um flytingar millum peningastovnar. Sparikassin hevur eitt víðfevnt samstarv og kann avgreiða uttanlandsflytingar millum flestu lond í heiminum.

  • BIC/SWIFT: Bank Identifier Code er altjóða eyðkenniskotan hjá einum peningastovni. BIC verður eisini nevnt SWIFT-kota. SWIFT-kotan hjá Norðoya Sparikassa er NOYAFO21.
  • IBAN: Merkir International Bank Account Number og er títt egna kontunummar bara við uppaftur fleiri tølum og verður brúkt til flytingar ímillum lond. IBAN-nummarið stendur á kontuavritinum ella í netbankanum undir kontutreytum.

SWIFT-flytingar kunnu eisini verða avgreiddar í netbankanum, ella sendir tú okkum eina SWIFT-umbøn í telduposti til ns@ns.fo.

SWIFT-umbøn fæst á hesum leinki.

Meir fæst at vita um SWIFT-flytingar, vendir tú tær til eina av deildum okkara.

Avgreiðslugjøld og kostnaðir fyri SWIFT-flytingar.

Lønarkontu í Norðoya Sparikassa við tilknýti til netbankan

Arbeiðir tú uttanlands og hevur lønarkontu í sparikassanum, ber til at avgreiða fíggjarørindi tíni í netbankanum.

Við netbankanum kanst tú m.a.:

  • Síggja kontuyvirlit, saldur og bókingar
  • Gera flytingar, hópflytingar og uttanlandsflytingar (SWIFT-flytingar)
  • Stovna fastar flytingar
  • Keypa og selja partabrøv
  • Síggja komandi gjaldingar og skjalagoymslu
  • Samskifta við kundaráðgevan í tryggum teldupostkervi

Kostnaðir fyri netbankatænastur.

Netbankin sum app

Við netbankanum sum app kanst tú altíð avgreiða fíggjarviðurskifti tíni og fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna - sama nær og hvar. Netbankin sum app virkar á flestøllum snildfonum og teldlum.

Netbankin sum app er rætta loysnin fyri teg, sum vil vera óheftur av tíð og stað. Neyðugt er at hava netsamband, men tær nýtist ikki at hava atgongd til teldu at avgreiða fíggjarørindini. Netbankin er altíð til taks - sama nær og hvar.

Skalt tú hava netbankan sum app, mást tú fyrst hava netbankaavtalu. Síðan meldar tú netbankan til sum app.

Við netbanka appini kanst tú avgreiða meginpartin av tí, sum tú avgreiðir við vanliga netbankanum, t.d. síggja kontuyvirlit, saldu og komandi gjaldingar umframt at flyta pening o.a. Við netbankanum sum app mæla vit tó til, at tú læsir snildfonina, so at óviðkomandi ikki sleppa fram at netbankanum á tann hátt.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost