Avsláttarskipan
Fá avsláttur í donskum djóra- og stuttleikaparkum.

Hevur tú gjaldkort frá Norðoya Sparikassa, kanst tú fáa upp í 25 % í avsláttri, tá tú keypir atgongumerki til nakrar av teimum størstu djóra- og stuttleikaparkunum í Danmark.
Hesar eru eitt nú Tivoli, Legoland, Den Blå Planet, BonBon-Land, Randers Regnskov, Aalborg Zoo, Tivoli Friheden, Kattegatcenteret, Nordsøen Oceanarium og Sommerland Sjælland.
Møguligt er at keypa atgongumerki til alla familjuna.
Avsláttartænastan verður veitt í samstarvi við Affinion International, ið eisini tekur sær av atgongumerkjasøluni.
Her skalt tú stovna tær ein brúkara at rita inn við. Minst til at skráseta telefonnummarið við føroysku landakotuni (+298), um tú ikki hevur danskt telefonnummar. Tá ið alt er fylt út, stovnar tú tín brúkara, og síðani kanst tú keypa atgongumerkini.
Tørvar tær hjálp, kanst tú seta teg í samband við kundatænastuna hjá Affinion við at skriva ein teldupost til kundeservice@medlemsbutikken.dk allar gerandisdagar kl. 9-15.