Gamli Netbankin letur aftur 31. oktober

Framyvir verður bert møguligt at brúka nýggja Netbankan, ið hevur Samleikan sum innritingarloysn.

Fyrr í ár varð nýggi Netbankin hjá føroysku peningastovnunum tikin í nýtslu. Umframt nýtt snið og nýggjar funkur hevur nýggi Netbankin Samleikan sum innritingarloysn.

Hóast flestu kundarnir longu hava skift til nýggja Netbankan, hevur tað eisini borið til at brúka gamla Netbankan saman við NemID. Hesin møguleiki verður tó avtikin í næstum. Gamli Netbankin letur aftur tann 31. oktober, og í tíðarskeiðinum inntil tá ber bert til at fáa atgongd til gamla Netbankan umvegis nýggja Netbankan.

Hetta merkir, at allir kundar mugu hava Samleikan fyri at fáa atgongd til Netbankan, gera flytingar, undirskriva lán o.s.fr. Um tú ikki hevur fingið tær Samleikan, heita vit á teg um at skráseta teg á www.samleikin.fo sum skjótast.

Hevur tú av onkrari orsøk ikki møguleika at útvega tær Samleikan, men hevur MitID, ber til at fáa atgongd til nýggja Netbankan við at seta seg í samband við okkum.

Vinnukundar kunnu fáa Samleikan á geyma. Tað ger gerandisdagin smidligari, tá góðkennast skal fleiri ferðir um dagin í Netbankanum. Vinnukundar, sum ynskja at fáa Samleikan á geyma, mugu bíleggja hann í góðari tíð fyri at sleppa undan bíðitíð. Samleikin á geyma fæst við at ringja til Samleikan á telefon 1881.