Norðoya Sparikassi havt árligan umboðsráðsfund

Árligi umboðsráðsfundurin hjá sparikassanum var hósdagin 13. apríl 2023.

Ársfrásøgnin fyri 2022 varð góðkend og sæst herSamtykt var at renta ábyrgdarpeningin fyri 2022 við 4 %. 

Nevndarval var eisini á skránni. Karl Heri Joensen og Frimodt Rasmussen stóðu fyri vali. 

Frimodt Rasmussen varð afturvaldur. Karl Heri Joensen tók ikki við afturvali eftir at hava sitið í nevndini í 12 ár. Fyri hann varð Hans Arni B. Thomsen valdur í nevndina.  

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Símuni Absalonsen sum formanni og Rúna Heinesen sum næstformanni.

Í nevndini eru:

Símun Absalonsen, formaður

Rúni Heinesen, næstformaður

Frimodt Rasmussen, nevndarlimur

Súsanna Olsen, nevndarlimur

Annika Sølvará, nevndarlimur

Hans Arni B. Thomsen, nevndarlimur

Guðrið Lava Olsen, starvsfólkavaldur nevndarlimur

Tummas Martin Sólsker, starvsfólkavaldur nevndarlimur

Jørmund Foldbo, starvsfólkavaldur nevndarlimur

Harumframt varð P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, afturvalt sum grannskoðari.