Freistir fyri flytingar áðrenn jól og nýggjár

Freistir fyri flytingar, sum skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn jól og nýggjár.

Áðrenn jól
  • Lønir: hósdagin 21. desembur kl. 16.00
  • Flyting á kontu í egnum peningastovni: fríggjadagin 22. desembur kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: hósdagin 21. desembur kl. 18.30
  • Flyting sama dag: fríggjadagin 22. desembur kl. 11.00
  • Skundflyting: freistin veldst um, hvønn peningastovn flytast skal til

Vilt tú tryggja tær, at skundflytingin ella flyting sama dag kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er skilagott at gera flytingina í seinasta lagi hósdagin 21. desembur, hóast freistin er fríggjadagin 22. desembur.

Áðrenn nýggjár
  • Lønir: hósdagin 28. desembur kl. 16.00
  • Flyting á kontu í egnum peningastovni: fríggjadagin 29. desembur kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: hósdagin 28. desembur kl. 18.30
  • Flyting sama dag: fríggjadagin 29. desembur kl. 11.00
  • Skundflyting: freistin veldst um, hvønn peningastovn flytast skal til

Vilt tú tryggja tær, at skundflytingin ella flyting sama dag kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er skilagott at gera flytingina í seinasta lagi hósdagin 28. desembur, hóast freistin er fríggjadagin 29. desembur.

Uttanlandsflytingar

Um flytingar til útlond skulu verða avgreiddar frá sparikassanum áðrenn jól, mæla vit til, at tú avgreiðir uttanlandsflyting í netbankanum, í seinasta lagi fríggjadagin 22. desembur kl. 12.00.

Áðrenn nýggjár, mæla vit til, at tú avgreiðir uttanlandsflyting í netbankanum, í seinasta lagi fríggjadagin 29. desembur kl. 12.00.