![](/-/media/nordoyarsparikassi/tidindi/hendur-telefon-1600x900.jpg?rev=5027942397e14eeabda7cf45b52d9876&mw=1600&hash=E9F8C31035B479CC9CB271235897CEDF)
Góð ráð fyri at sleppa undan sviki
Vit hoyra í løtuni um nógvar royndir at svika pening frá fólki við sokallaðum phishing-boðum á sosialu miðlunum.
Góð ráð:
- Vís varsemi viðvíkjandi følskum teldupostum og heimasíðum (kanna t.d. bústað)
- Vís varsemi við at trýsta á leinki, ið tú ikki kennist við
- Deil ikki tínar gjaldkort-upplýsingar við onnur
- Vís varsemi, um tú verður biðin um at rinda part av pakkagjaldi, sum tú ikki kennist við. Frakt er altíð goldin áðrenn saman við vøruni
- Hevur tú mistanka um, at onnur kenna tínar gjaldkort-upplýsingar, skalt tú beinanvegin sperra kortið, antin í netbankanum ella við at seta teg í samband við peningastovnin ella NETS
- Peningastovnurin biður teg ongantíð um tíni loyniorð til netbanka og gjaldkort