Ver varin. Í løtuni herja følsk SMS-boð
Í løtuni herja víðfevnandi svikálop í Føroyum, sonevnd smishing, har tú móttekur SMS-boð, ið síggja út til at koma frá veruligum avsendarum. Í nøkrum førum sær tað út sum at boðini eru frá Samleikanum. Boðini innihalda eitt leinki, og tú verður biðin um at trýsta á tað fyri at dagføra Samleikan. Vit gera vart við, at hetta eru følsk boð, ið hava til endamáls at stjala títt loynital og tína atgongd. Tað er sera týðandi, at tú ikki trýstir á ókend leinki.
