Innlánskonta til ábyrgdarar
Nú kunnu ábyrgdarar, ið eiga minst 30.000 kr. í ábyrgdarpeningi, fáa eina innlánskontu við hægri rentu. Innlánskontan til ábyrgdarar hevur 12 mðr. uppsagnartíð. Kontan hevur broytiliga rentu og er bert ætlað privatkundum.
Tíðindi

Norðoya Sparikassi havt árligan umboðsráðsfund
Árligi umboðsráðsfundurin hjá sparikassanum var hósdagin 19. mars 2026. Ársfrásøgnin fyri 2025 varð góðkend og samtykt var at renta ábyrgdarpeningin fyri 2025 við 5 %.

Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi í 2025
Úrslitið eftir skatt í 2025 var eitt avlop upp á 30,2 mió. kr. samanborið við 47,9 mió. kr. árið frammanundan. Lægri rentustøði og stakútreiðslur eru høvuðsorsøkirnar til lækkingina í úrslitinum. Samanumtikið er leiðslan nøgd við gongdina í 2025.

Umboðsráðsfundur 2026
Umboðsráðsfundurin hjá Norðoya Sparikassa verður hósdagin 19. mars 2026 kl. 17.00 á Klaksvíkar Sjómansheimi.

Gjaldkort og sjálvtøkur óstøðug sunnunáttina
Vegna dagføringar, kunnu gjaldkort, sjálvtøkur og netbankin verða óstøðug frá klokkan 01 til 05 sunnunáttina 18. januar.
