Norðoya Sparikassi hækkar renturnar

Danski Tjóðbankin hækkaði rentuna við 0,25 %-stigum tann 12. juni 2026, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.

Inn- og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar.

Broytingarnar koma í gildi tann 20. august 2026.

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.

NORÐOYA SPARIKASSI