Persónsupplýsingar og cookies

Her verður greitt frá, hvussu Norðoya Sparikassi nýtir elektronisku slóðina, tú leggur eftir teg, tá ið tú vitjar heimasíðuna og Netbankan hjá Norðoya Sparikassa.

Ein cookie er ein lítil tekstfíla, sum heimasíður brúka til at kenna teldu tína aftur. Ein cookie er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.

Tá ið tú vitjar heimasíðuna ella Netbankan hjá Norðoya Sparikassa, senda cookies fylgjandi upplýsingar:

  • hvørjar síður á ns.fo, tú vitjar og nær
  • hvønn kaga, tú brúkar
  • hvørja upploysn, skermur tín hevur
  • hvørja stýriskipan, telda tín hevur
  • hvørja heimasíðu, tú vitjaði beint áðrenn okkara
  • hvønn IP-bústað, tú hevur
  • hvørja Java útgávu, telda tín hevur.

Upplýsingarnar verða bert nýttar í sambandi við heimasíðuna og til at gera hagtøl, sum m.a. verða brúkt til at betra um heimasíðuna.

Upplýsingarnar frá cookies kunnu ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg. Ongar upplýsingar frá cookies verða givnar víðari ella seldar triðja parti. Tú kanst altíð nokta at brúka cookies á tíni teldu. Hetta gert tú í samansetingini fyri kagan, tú brúkar. Tó verður gjørt vart við, at uttan cookies kanst tú møguliga ikki brúka allar funkur á heimasíðuni. Ynskir tú ikki at móttaka cookies frá heimasíðuni hjá Norðoya Sparikassa, kanst tú í kaganum, tú brúkar, har skráseta www.ns.fo á listan yvir heimasíður, tú ikki ynskir cookies frá. Samstundis er eisini møguleiki fyri í flestu kagum at strika cookies, sum kagin longu hevur lagt á telduna.

Um tú ikki frammanundan hevur avvíst brúk av cookies frá www.ns.fo ella strika cookies, góðtekur tú samstundis, tá ið tú vitjar ns.fo, brúkið av cookies frá heimasíðuni hjá Norðoya Sparikassa.

Um tú umvegis heimasíðuna hjá Norðoya Sparikassa ynskir samband, sendir okkum teldupost, ynskir faldarar ella annað tilfar, og í hesum sambandi upplýsir navn, teldupost, telefonnummar, p-tal ella annað, verða hesar upplýsingarnar bert nýttar til at viðgera og svara áheitan tíni. Tá hetta er avgreitt, verða upplýsingarnar strikaðar.

Cookies – Netbankin
Cookies, sum netbankin ger og nýtir,verða sjálvvirkandi strikaðar, tá ið tú letur kagan aftur. Tað er tí ikki nóg mikið bert at útrita úr netbankanum fyri at strika cookies í netbankanum. Gloymir tú at lata kagan aftur, eftir at tú hevur útritað teg úr netbankanum, kann innihaldið av cookies frá netbankanum ikki brúkast til at misbrúka netbanka tín. Hetta er eisini galdandi, hóast ein annar innritar seg í netbankan við somu teldu og kaga.

Netbankin kann ikki brúkast, uttan at cookies verða lagdar á telduna hjá tær. Í sambandi við, at tú brúkar Netbankan hjá Norðoya Sparikassa, góðkennir tú samstundis, at cookies verða lagdar á telduna.

Soleiðis strikar tú cookies

Ynskir tú at strika cookies, kanst tú gera tað umvegis internetkagan. Her eru vegleiðingar til teir mest brúktu kagarnar:

MínPeningur/Kidsapp (privacy policy)
Upplýsingar um brúkaran

Hesar upplýsingar verða sendar til skipanina(SDC):

a. P-tal

b. PIN (PIN stovnað fyri at fáa atgongd til MínPeningur avtaluna)

Hesar upplýsingar móttekur appin í samband við nýtslu:

a. Kontu og bókingarupplýsingar.

b. kontunummur.

c. saldur.

d. einstakar bókingarupplýsingar:

i. bókingartíðarfesting

ii. bókingartekstur / viðmerking

iii. upphædd

SDC er okkara veitari av KT tænastum.

Upplýsingar til greiningarendamál

Hesar upplýsingar um brúkarans nýtslu verða goymdar til greiningarendamál.

Upplýsingar um eindina, sum verður brúkt. T.e. telefon ella teldil.

- Install ID, sum eyðmerkir app-installatiónina. Hetta broytist ikki, so leingi appin er á eindini. Heldur ikki, um appin verður dagførd. Um appin verður strikað og løgd innaftur á eindina, verður nýtt install-ID tillutað.

- Málstilling: Í samband við heintan av tekstum til appina, tillagar hon seg til málið á eindini.

- appVersion og appBuild: Versiónsnummar av appini.

- osName/osBuild/osVersion: Stýriskipan og versiónsnummar av hesari

- timeZoneOffset: Tíðarsonan, sum eindin er í.

- carrierName/carrierCountry: Navn og landakota hjá televeitara.

- oemName/modell: Navn á telefonframleiðara og modellnavn.

- screenSize: Skermupploysn á eindini.

Upplýsingar um nýtslu.

Hesar upplýsingar/hendingar lýsa nýtsluna til greiningarendamál

- Sessionstart: Tíðareyðmerking fyri, nær appin verður latin upp

- Síðuvísing: Hvørja ferð brúkarin letur eina síðu upp í appini, verður hetta skrásett sum ein hending

- Feilfráboðanir: Tá onkur feilur kemur fyri, verða feilboð víst.

Móttakarar af persónsupplýsingum
Norðoya Sparikassi

1. App versiónsnummar: Tá appin letur upp, verður fyrispurningur sendur fyr at kanna um versiónsnummar er galdandi, ella ov gamalt (um versiónin er ov gomul, verða boð víst um at dagføra)

SDC

2. Login: Í samband við login verður p-tal og PIN sent til SDC fyri at geva brúkaranum atgongd. Hesar upplýsingar verða nýttar til login, og verða sostatt deildar við SDC:

a. P-tal

b. PIN (stovnað í samband við atgongd til avtalu)

Microsoft Appcenter

1. Upplýsingar um nýtslu: Upplýsingar, nevndar omanfyri, verða goymdar í Microsoft App Center. Kontan sum hetta verður sent til, er skrásett í navninum hjá SDC.

Klaga um viðgerð av persónsupplýsingum

Um tú ert misnøgd/ur við viðgerðina av persónsupplýsingum o.ø. í Norðoya Sparikassa, kanst tú klaga til:

Norðoya Sparikassi
Ósávegur 1
Postsmoga 149
FO‐700 Klaksvík
Teldupostur: dpo@ns.fo

ella

Dátueftirlitið
Sigmundargøta 13
Postboks 300
FO‐110 Tórshavn

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost